Eingin áhugi fyri barnaansing í summar

Foreldur á Tvøroyri hava ongan áhuga í, at barnaansingin hjá kommununi eisini er opin í summar.

Tað staðfestir Tvøroyrar Býráð.

Í gjárkvøldið viðgjørdi býráðið møguleikan at dagstovnarnir í kommunini eisini skuldu hava opið í summarfrítíðini.

Hetta var ein tænasta, vit ætlaðu at bjóða borgarunum, treytað av, at áhugi var fyri tí, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri.

Tí gjørdi býráðið av at kanna um áhugi var fyri hesum, men tað vísti seg ikki at vera.

Tað vísir seg, at bara foreldur at einum ella tveimum børnum, sum høvdu áhugað í hesum tilboðnum, sigur borgarstjórin.

Hann sigur, at tað er ov lítið grundarlag at hava dagstovnarnar opnar, so tað varð av ongum.