VÍF-H71 35-19 (16-10)
Vestemenningar søgu farvæl við grundspælið á sannførandi hátt, tá teir vundu burtur úr føroyameistarunum av Strondum, og mikukvøldið byrjaðu teir aftur, har teir sleptu, tá hoyvíkingar stóðu fyri tørni.
Byrjaðu trilvandi
Dysturin byrjaði annars eitt sindur trilvandi frá báðum pørtum, men annað var kanska ikki væntandi, nú liðini høvdu havt frí í nakrar vikur.
Tað gekk tó ikki so long tíð, áðrenn vestmenningarnir funnu stevið aftur, og tá tað samstundis var greitt, at orkan hjá hoyvíkingunum als ikki var nakað at reypa av, var lagt upp til ein tryggan sigur til heimaliðið.
Fyrstu 20 minuttirnar av dystinum megnaðu hoyvíkingar at fylgja vestmenningunum, men eftir at heimaliðið endaði fyrra hálvleik við at skjóta 5 mál á rað, var dysturin í roynd og veru avgjørdur.
Í seinna hálvleiki tóku vestmenningar tvey fyri eitt, og spakuliga øktist munurin upp í tey 16 málini, sum at enda skildu partarnar.
Er kósin sett?
Stóri spurningurin í endaspælinum man helst vera, um tað vera vestmenningar ella strandingar, sum fara at standa ovast, tá gullkrónurnar skulu gevast, og við spælinum, sum vestmenningar hava sýnt seinastu umførini, munnu teir í løtuni vera eitt sera heitt boð upp á FM-heitið.
Enn eru tó ikki allar súður syftar, langt ífrá, men í mínum hugaheimi mugu vestmenningar átaka sær kanska tunga leiklutin sum favorittar til heitið. Ikki bert orsakað av avrikunum seinastu dystirnar, men eisini tí breiddin á liðnum er rættuliga stór.
Hjá hoyvíkingunum stendur hinvegin ikki so væl til, og líkt er til, at teir mugu stríðast við kollfirðingar um at sleppa undan niðasta plássinum á stigatalvuni.
Í løtuni er teir eisini stavnin framman fyri kollfirðingar, men munurin er bert eitt stig, so en skulu teir ikki kenna seg ov tryggar.
Í øllum førum er neyðugt, at leikararnir koma í nógv betri venjingarstøðu, um teir skulu gera sær vónir um at taka sær nøkur óvæntað stig, tí tað má sigast at vera undir alt lágmark, at leikarar, sum eru við í fremstu hondbóltsrøð, ikki orka at spæla í meira enn 20 minuttir.
Spurningurin omanfyri kann tískil svarast við einum »ja«, men kósin fyri liðini bæði er ikki hin sama.
Dysturin í tølum:
Málskjúttar:
VÍF:
Sámal Joensen 8 (1), Ingi Olsen 6 (1), Johnny Joensen 5, Harald Bjørgvin 4, Ragnar Zachariasen 3, Agnar Joensen 3, Daniel Rápa 3, Petur Fr. Jørgensen 2, Martin Hummeland 1
H71:
Halgir D. Olesen 5 (2), Jákup á Borg 4, Einar Brimnes 2, Olaf Vestergaard 2 (1), Bárður Brimvík 2, Tróndur Vatnhamar 2, Rene D. Olesen 1, Eyðun Højgaard 1
Brotskøst:
VÍF 3, H71 5
Útvísingar:
VÍF 4, H71 5
Dómarar úr Neistanum: Hjalmar Petersen og Kristian Johansen