Eingin ivi í Sørvági

Eik-ligan, kvinnur - Tað var ikki væntað, at SÍ fór at vinna so greiðan og sannførandi sigur, tá ÍF vitjaði í Sørvági. Og Ternan tók fleiri skeivar avgerðir, sum var tekin um manglandi royndir millum tær bestu, tá liðið av Toftum spældi sín fyrsta dyst í bestu kvinnudeildini

Reyðlittu fuglfirðingarnir høvdu tamarhald á dystinum fyrstu løt­una.
Men so tók heimaliðið yvir og spældi sannførandi restina av dyst­inum.
SÍ vann greitt 3-0, tá ÍF vitjaði í Sørvági.
Verjuparturin hjá heimaliðnum kom ikki væl frá byrjan, men spældi seg so líðandi upp. Serliga riggaði blokkurin væl.
Álopsspælið hjá SÍ var hugflogs­ríkt. Heimaliðið hevði sjáldan sama uppspæl, og fuglfirðingar stóðu ofta bara og hugdu at, tá bólturin varð bukaður niður í gólvið hjá teimum.
Hóast ungi hópurin hjá SÍ ikki hevur spælt í fleiri ár í bestu deild­ini tilsamans, so merkist tað als ikki um vikuskiftið.
Tí kom Ragnar Petersen, sum hev­ur tikið við venjarastarvinum hjá SÍ í summar, væl frá byrjan.
Ternan manglar royndirnar
Ternan tók fleiri skeivar avgerðir, sum var tekin um manglandi roynd­ir millum tær bestu, tá liðið av Toftum spældi sín fyrsta dyst í bestu kvinnu­deildini
Sóleyð Troleis og Katrin Olsen hava drúgvar royndir úr bestu deild­ini.
Annars eru spælararnir ikki serliga royndir hjá Ternuni.
Tað merkist væl í vikuskiftinum, tá TB vann móti uppflytarunum av Toftum.
Heimaliðið var ikki serliga sann­førandi í sínum spæli. Serliga fyrstu løtuna gjørdu tær fleiri mistøk, sum gestirnir ikki gjørdu sær dælt av. Móttøkurnar vóru ikki upp á pláss, men tað eydnaðist ofta at fáa bóltin yvir um netið, hóast tað.
Úrslitið var 3-2, og Ternan prógv­aði tí, at liðið fer helst at gera um seg, hóast toftakvinnur júst hava vunnið sær pláss í bestu deildini.


Royndirnar á muni
Tað vóru royndirnar, sum var mest eyðsýndur munurin.
Heimaliðið helt høvdið kalt í trýstu støðunum. Tað merkist fremst av øllum, at TB hevði spæl­arar, sum vildu taka ábyrgd og royndi at avgera dystin.
Serliga var Guðrið Nolsøe eyð­sýnd í álopspælinum hjá heimaliðið, og hon, saman við Mariu Rasmussen royndi at skumpa ungir tær ungu í verjupartinum.

SÍ - ÍF 3-0
(25-11, 25-18 og 25-16)

TB - Ternan 3-2
(25-15, 14-25, 19-25, 25-19, 15-7)