Kvinnuhondbóltur
Eftir fleiri góð avrik seinastu dystirnar varð roknað við, at kvinnurnar hjá StÍF fóru at gera av við Tjaldur, sum enn ikki hevur fingið ferð á, hóast liðið í fleiri førum hevur verið nær við at fáa fleiri stig enn tey bæði, sum tað higartil er vorðið talan um.
Og tað var eisini skj´tt, at StÍF hevði staðfest, at her ætlaðu tær at vera við yvirlutan. Frá fyrsta bríksli royndu tær at leggja trýst á Tjaldur, og hóast Maria í gula málinum royndi at taka tað, sum kom so megnaði hon ikki einsamøll at forða fyri muninum, sum mátti koma í.
Longu eftir fyrsta korterið var gongdin greið, men tó at StÍF fyri tað mesta helt fast eftir hetta, so var tað tó um reppið, at Tjaldur aftur fekk skapt spenning í. Eitt skifti í seinna hálvleiki minkaðu tær munin niður í eitt mál, men tá StÍF aftur fekk skil á, gjørdist kortini einki.
VÍF bíðar
Við sigirnum helt StÍF fast í stríðnum um silvurplássið, har tær í løtuni eru ájavnar VÍF í stigum. Mikudagin skal StÍF royna seg í Vestmanna, og tá fæst helst at vita, hvørt tær framhaldandi ætla sær ein leiklut í oddinum, ella um eitt nú sigurin á VÍF bert var eitt lítið upplop, sum nú er hæsað av.
Tjaldur hevur hinvegin framvegis til góðar at prógva, at tær eru nóg sterkar at standa seg í bestu deildini. Verður sæð burtur frá sigrinum á Kyndli, so hava úrslitini ikki verið nóg góð, og í løtuni eru trý stig upp til næsta liðið, sum er Stjørnan. Júst Stjørnan er næsta mótstøðuliðið hjá Tjaldri komandi vikuskifti, og spurningurin er so, hvørt Tjaldur tá fær skapt nýggjan spenning í botnstríðnum, ella um tær verða púrasta isoleraðar í niðara enda av talvuni.
Dysturin í tølum
StÍF-Tjaldur 21-15 (10-6)
Málskjúttar:
StÍF: Asta Petrauskiene 6(1), Alina Olaru 4(1), Poula D. Olsen 4, Anna B. Danielsen 3, Sunfríð B. Jacobsen 2, Kristina Griksaite 1, Ata Gregersen 1
Tjaldur: Beinta Joensen 4(2), Oddvá Fossdalsá 3, Kristine Ellingsgaard 2, Milica Ergic 2, Lenka Ribaric 2(1), Mona Langgaard 1
Brotskøst: StÍF 5, Tjaldur 5
Útvísingar: Tjaldur 1