Eingin ivi um sigurin

Hanus Thorleifsson helt eftir dystin, at tað kundi bara verða ein vinnari í Gundadali sunnudagin.
- Í hesum dystinum vóru vit nógv tað betra liðið, og eg haldi ikki, at B68 gjørdi tað stóra fyri at vinna dystin. Høvdu vit fingið hol á í fyrra hálvleiki, kundi sigurin blivið enn størri, men vit gjørdu so tað, sum var neyðugt fyri at vinna, sigur hann.- Tað verður trupult at fáa EB/Streym aftur, men vit skulu gera okkara. Í øllum førum skulu vit hava næstfremsta plássið, og vit hava steypakappingini eftir at spæla um, sigur Hanus Thorleifsson.