- Eingin kann taka mannin frá mær

- Vit hava ikki sæð hann í hálvan triðja mánaða. Vit hava bara snakkað í telefon, sigur forsetafrúan, sum leggur aftrat, at maðurin hennara "býr til arbeiðis".

Her eru forsetahjúnini saman til jarðarferðina hjá fyrrverandi forsetanum í Ukraina, Leonid Kravchuk.

Í einari samrøðu við ukrainsku rásina - Rada Tv - snakkaði forsetafrúan, Olena Zelenska, um tíðina, eftir at Russland gjørdi innrás í Ukraina hin 24. februar.

 

Í samrøðuni kom hon eisini inn á hjúnarbandið.

 

Saman við henni henda dagin, tá Rada Tv skifti orð við hana, var eisini maður hennara og forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj.

 

Hetta er aðru ferð, at tey bæði eru saman í práti við miðlarnar síðan innrásina.

 

Í samrøðuni, sum Sky News endurgevur, fortelur Olena Zelenska eitt nú, at familjan meira ella minni hevur verið atskild síðan miðskeiðis í februar.

 

- Vit hava ikki sæð hann í hálvan triðja mánaða. Vit hava bara snakkað í telefon, sigur forsetafrúan, sum leggur aftrat, at maðurin "býr til arbeiðis".

 

Tá tíðindaleiðarin sigur, at "kríggið hevur tikið mannin frá henni", er hon skjót at svara: "Eingin kann taka mannin frá mær. Heldur ikki kríggið..."

 

- Beint nú eri eg fegin um at vera her, tí nú fáa vit bæði hesa løtu saman, sigur kona forsetans, Olena Zelenska, í samrøðu við Rada Tv.

 

 

 

 

 

Her eru forsetahjúnini saman til jarðarferðina hjá fyrrverandi forsetanum í Ukraina, Leonid Kravchuk.