Kappingarráðið hevur treytaleyst góðkent handilin, tá P/F Næraberg í Klaksvík keypti Sp/f 7. apríl úr P/F Meðalsbrekku í Vestmanna. Keypið snýr seg um partrolararnar, Vestmenning og Fram, sum nú eru heimahoyrandi í Klaksvík.
Tað var Sp/f 7. apríl hjá Tummasi Christophersen í Vestmanna, sum átti 90% av Meðalsbrekku og Kósin 10%.
Næraberg eigur trolararan Næraberg, sum roynir eftir ídnaðar-og uppsjóvarfiski, og tí ikki eftir somu fiskasløgum, sum Fram og Vestmenningur gera.
Kappingarráðið sigur, at handilin fer sannlíkt at hava við sær nakað av miðsavnan, tá hugsað verður um makrelin.
- Hetta er tó ikki so stór miðsavnan, at hon verður kappingaravlagandi, sigur Kappingarráðið við Kringvarpið.