Fiskivinna
Gulllaksafiskiskapurin hevur verið sera góður í ár og nú bæði virkini, sum hava keypt gulllaks, eru givin at taka ímóti, halda skip kortini fram við at fiska og selja veiðina uttanlands.
Teir, sum sigla við hesum skipum, siga, at tað hevur viðrað væl í summar, og somuleiðis hevur fiskiskapurin verið at tí allar besta.
Helst betri enn nakrantíð áður.
Herfyri gavst Tavan at keypa, tí virkið hevði fingið ta nøgd av gulllaksi, sum svarar til marknaðin, ið verður røktur gjøgnum alt árið.
Á Tavuni arbeiða tey gulllaksafars.
Tá leirvíkingar góvust við at virka fars, keypti Tavan nakað av fiski, sum varð avhøvdaður og frystur til útflutnings.
Í Vestmanna, har Atlantis eisini hevur keypt gulllaks í vertíðini í ár, eru teir fyribils givnir at keypa, tí nógvur fiskur hevur verið á goymslu.
Hóast virkini í Føroyum eru givin at keypa gulllaks, eru skipini kortini ikki givin við at fiska. Tey eru hildin fram við veiðini og hava landað uttanlands, eitt nú í Skotlandi og Íslandi.
Øll trý pørini, sum eru á gulllaksi í hesi vertíðini, hava landað onkra lastina uttanlands.
Aftur á gulllaks
Herfyri løgdu partrolararnir Vestmenningur og Fram, sum hava verið á gulllaksaveiði í summar, um aftur til upsa, men henda royndin gjørdist stokkut.
Arvid Petersen, sum er annar skiparin við Vestmenningi, sigur, at nú upsafiskiskapurin er heldur slakur í løtunu, gjørdu teir av at leggja um aftur til gulllaks.
Vestmenningur og Fram eru í løtuni á gulllaksaveiði, og ætlanin er, at skipini skulu landa í Íslandi fyrsta dagin.
Tá vit frættu av Vestmenningi í gjárkvøldið, lótu teir væl at fiskiskapinum.
- Vit hava fingið nógv meira burtur úr gulllaksinum í hesi vertíðini enn vertíðini seinasta ár.
Arvid Petersen sigur, at nú teir noyðast av
landinum við veiðini, tí eingin keypari er í Føroyum, verður meira sigling og mist tíð.
- Men, sum er hava vit hildið, at tað loysir seg líka væl – og helst betri – hjá okkum at vera á gulllaksi sum á upsa, nú upsafiskiskapurin ikki er nakað serligur í løtuni, sigur skiparin á Vestmenningi.