Eingin kláraði at taka Rógva

Súkkling: Rógvi Johansen var meira enn fýra minuttir frammanfyri næstbesta súkklumannin, tá hann vann »Statoil kring Føroyar« sunnudagin

Rógvi Johansen gjødist greiður vinnari av súkklukappingini »Statoil kring Føroyar«, sum endaði sunnudagin.

Tá súkklararnir komu á mál, við Boga Kristiansen á odda, var greitt, at Rógvi Johansen var væl frammanfyri allar hinar súkklumenninar í samanløgdu tíðini.

Hann hevði súkklað kring Føroyar í tíðini 8 timar, 50 minuttir og 33 sekund, og tað var meira enn fýra minuttir skjótari enn næsti súkklarin, sum var Bogi Kristiansen. Besti dani var Keld Petersen, sum lá á odda eitt skifti. Hann var meira enn fimm minuttir aftanfyri Rógva í samanløgdu tíðini.

Gunnar Dal-Olsen bardi seg upp á fjóða pláss, men var væl aftanfyri teir tríggjar frammanfyri.


Rógvi avgjørdi á heimavølli

Rógvi Johansen avgjørdi kappingina á heimavølli í Suðuroy leygardagin. Teinurin, sum var súkklaður um tiltikna Hestin, er væl kendur hjá Rógva, og han vísti eisini, at hann var sterkastur á hesum teini.

Keld Petersen legði seg fram um hinar á veg til Sumba, men Rógvi fekk hann aftur í bygdini. Tá teir súkklaðu niðanaftur frá bygdini rýmdi Rógva frá dananum, og hann helt leiðsluna allan vegin á mál í Vági.

Uppgávan hjá Rógva Johansen í seinasta teininum sunnudagin var tí at koma trygt í mál, uttan at missa ov nógva tíð til næstu súkklararnar.

Og tann uppgávan var loyst, sum hon skuldi. Rógvi kom á mál sum nummar fýra, men bert ein lítlan minutt eftir vinnaran Boga Kristiansen, og so kundi Rógvi fegnast um at hava vunnið kappingina, og at hava hjálpt Boga Kristiansen at vinna seinasta teinin.

Rógvi Johansen hevur tikið seg nógv fram, síðani hann fór til Danmarkar at venja og kappast. Har hevur hann gjørt vart við seg, serliga í einkultstarti, og nú vísti hann, at hann er besti føroyski súkklarin í løtuni.