Eingin króna til Skúvoyar

- Møguleikar eru at bøta um lendingina í Skúvoy uttan at brúka teir heilt nógvu pengarnar, sigur Harry Jensen, borgarstjóri.

Ein slíkan brimdag sum hendan slepst hvørki til ella úr Skúvoy í báti. Mynd: Andreas Mouritsen

Harry Jensen, borgarstjóri í Skúvoyar kommunu, sigur, at tá Sandoyartunnilin kemur, verður tað eisini lættari hjá skúvoyingum at ferðast millum Sand og Havnina.

- Men, hjá okkum verður tað ikki so nógv øðrvísi - uttan so, at ábøtur samstundis verða gjørdar við lendingina í Skúvoy.

Borgarstjórin heldur, at møguleikar eru at bøta um lendingina uttan at brúka teir heilt nógvu pengarnar.

- Um lendingin í Skúvoy verður ein partur av samferðsluætlanini fyri Sandoyar sýslu, høvdu vit eisini fingið nakað av ágóðanum, sum verður av hesi tunnilsverkætlan.

Harry Jensen sigur, at honum kunnugt eru eingir pengar settir av til nakað í Skúvoy í hesum árinum.

- Regulariteturin hjá Sildberanum er so góður, sum hann kann vera - við teimum umstøðum, vit hava við lendingina í dag. Hinvegin eru vit vís í, at regulariteturin kundi verið nógv betri við nøkrum ábótum.

Hann sigur, at eitt, sum hevur gjørt umstøðurnar hjá skúvoyingum at ferðast verri, er, at Sildberin nú hevur fingið annað pláss í havnini á Sandi, tí ætlað aling hevur sítt virksemi her.

- At Sildberin nú hevur annað pláss í havnini, ger sum so einki. Vit fingu at vita, at parkeringspláss og skúrur skuldu setast við flakavirkið nærindis, har Sildberin nú liggur.

Men borgarstjórin í Skúvoyar kommunu ásannar, at her er einki hent enn.

- Hinvegin hava vit fingið at vitað frá Sands bygdaráð, at eingin bilur skal setast nærindis Sildberanum, sigur Harry Jensen.