Eingin kryvjing á Bakkafrost í eitt heilt ár

- Vit verða lidnir at taka laks á Skálafjørðinum í hesum mánaðinum og laksurin, sum nú gongur á Lambavík, verður ikki tøkuførur fyrr enn um eitt ár ella so, sigur Hans Jacobsen á Bakka

Laksavinna

Glyvrar: Á Bakkafrost á Glyvrum, har eini 15 fólk støðugt hava kruvt laks í langa tíð, verður eingin kryvjing aftur fyrr enn um eitt ár ella so.
Hans Jacobsen sigur, at tá ið september mánaði fer at líða, verður eingin laksur eftir at taka á Skálafjørðinum.
- Sostatt verður neyvan nøkur kryvjing aftur á virkinum, fyrr enn laksurin, sum nú gongur á Lambavík, verður tøkuførur einaferð seint komandi ár, sigur hann.
Alingin hjá Bakkafrost hevur havt tað ógvuliga stríggið í hesum árinum, tí laksurin hevur verið fongdur við herviligu ILA-sjúkuni, sum hevur gjørt um seg um meginpartin av landinum.

Keypa aðrastaðni

Men hóast Bakkafrost ongan tøkuføran fisk hevur, heldur góðskingarvirksemið á virkinum fram.
- Vit keypa laks til virkingar frá øðrum virkjum kring landið, men hesin fiskurin verður kruvdur, har hann verður tikin. Flestu alarar hava eisini kryvjivirki, og tí kemur laksurin, sum vit keypa, kruvdur til virkingar.
Hans sigur, at Bakkafrost í løtuni keypir at kalla allan laksin, sum nú verður virkaður á Glyvrum, frá øðrum alarum.
- Hóast vit ongan tøkuføran laks hava, tá ið hesin mánaðin fer at líða, heldur virksemið á Bakkafrost fram. Vit hava sáttmálar við keyparar, sum røkka heilt út í apríl mánaða, sigur hann.

Minni doyr av ILA

Hans Jacobsen veit annars at siga, at í løtuni doyr at kalla eingin laksur av ILA-sjúkuni kring landið, hóast alibrúk framvegis eru fongd við sjúkuni.
- Tað vísir seg, at ringast er við fellinum, tá ið broytingar fara fram í sjónum. Hetta geldir bæði, tá ið sjógvurin verður kaldari, og tá ið hann verður heitari. Í slíkum førum ger sjúkan mest um seg.
Hann heldur, at hesar broytingar taka nógv uppá fiskin, sum frammanundan er sjúkur.
- Tað visir seg, at sjúki fiskurin verður lættari strongdur, sigur Hans.

Smoltstøðin í Dalinum

Uppi á Dal, sunnanfyri Lambabygd, hevur felagið smoltstøð, sum letur smolt til virksemið hjá felagnum.
- Vit hava nakað av smolti á Lambavík, og tað er hesin fiskurin, sum verður tøkuførur um eitt gott ár ella so, sigur Hans Jacobsen á Bakka.