2. deild
Tað var spæl til eitt mál, tá FS Vágar um vikuskiftið leikti seinasta heimadystinum á árinum.
Uppflytingina hava teir sum kunnugt langt síðani rokkið, og móti illa sperdu sumbingunum staðfestu teir enn einaferð, at teir hava so nógv tað besta liðið í 2. deild.
Skal takast saman um dystin í stuttum, so var talan um einvegis ferðslu úr enda í annan. Kanska skaptu vágamenninir ikki so øgiliga nógvar upplagdar møguleikar, men teir trýstu alla tíðina og lógu alla tíðina framvið, og fimm ferðir eydnaðist teimum eisini at finna vegin fram til meskarnar í sumbiar-málinum.
Í endanum vóru sumbingar bert hendinga gestir, og at teir valla høvdu nakran veruligan málmøguleika í samfullar 90 sigur eisini nakað um, hvussu einstáttað framførslan í Vágunum var.
Sum nevnt, so var talan kanska ikki um teir heilt nógvu opnu málmøguleikarnar, men hinvegin var hóttanin har alla tíðina, og eftir at hava trýst eina løtu, fekk heimaliðið hol á. Talan var um fríspark úr høgru, sum Jens Erik Rasmussen sendi innfyri, og við nærmaru stong fekk Bjarni Prior sett høvdið á.
Nakað seinni var aftur galið í sumbiar-verjuni við deyðbóltsstøðu. Hornaspark varð sent høgt innyvir málið, og við aftaru stogn stóð Sjúður Ellefsen púra leysur, og hann var ískaldur, tá hann fyrst tamdi við bringuni, áðrenn hann smekkaði upp undir nettakið.
Við tvey-mála leiðsluni í rygginum, var dysturin í roynd og veru avgjørdur, og tað, sum eftir var, ráddi um at hjá vágamonnunum at fáa krónutalið fyri málpartabrøvini so høgt sum gjørligt.
Tað gjørdist talan um trý mál afturat. Fyrst var tað Ruslan Screlea sum stóð púra leysur, eftir at Vilva og Jack Johansen høvdu leikt seg ígjøgnum. Nakað seinni endaði ein langur bóltur inn um verjuna við, at Jack Johansen gjørdist leysur við málverjanum, og at enda var tað Kim Pouilsen, sum átti seinasta fótin eftir hornaspark og klumpspæl.
Stendur nógv á
Soleiðis er alt nú klárt hjá vágamonnum, áðrenn teir í seinasta umfarinum fara til Fuglafjarðar eftir heiðurskrónum og steypi, men hinvegin stendur heilt nógv á hjá sumbingum.
Komandi vikuskifti skulu teir spæla móti NSÍ, og tann dysturin verður í øllum førum avgerandi fyri, hvat lið skal spæla um upp- og niðurflyting móti tvey?aranum í triðju deild, og um illa vil til, kann taparin av dystinum enda niðast í deildini.
Dysturin í tølum
FS Vágar-Sumba 5-0 (2-0)
1-0: Bjarni Prior
2-0: Sjúrður Ellefsen
3-0: Ruslan Screlea
4-0: Sonni Johansen
5-0: Kim Poulsen