13. UMFAR SAMANUM
Í toppinum gongur tað, sum tað plagar at gera. HB er trífaldur meistari, og tað tykist verða torført hjá nøkrum av hinum at megna at gera nakað við meistaraliðið, sum hevur beina kós ímóti fjórða meistaraheitinum á rað.
Eftir tríggjar GÍ sigrar á rað var tað ikki sørt av spenningi, um tað fór at eydnast GÍ, sum ofta áður hevur staðið seg væl á heimavølli ímóti HB, at basa oddaliðnum. Tað gjørdu teir á ongan hátt. HB vísti kanska mest sannførandi avrikið á árinum, og so varð tað aftur hesa ferð staðfest, hvussu risa stóran týdning tað hevur í dagsins fótbólti at hava framúr góðan skjútta, tá ið tað snýr seg um deyðbóltsstøður. Rasmus Nolsøe tykist vera gull verdur hjá HB!
Onkra ferðina hevur spurningurin um manngarðar verið viðgjørdur. Í Saprigerði varð tað enn eina ferð staðfest, at tað ofta er óðamannaverk við stórum manngarði. GÍ málverjin tóktist fult og heilt at líta á, at manngarðurin á brotsteigarmarkinum skuldi taka sær av at verja aðra síðuna av málinum. Skotførleikin hjá Rasmusi Nolsøe er so mikið góður, at tað er lítið fyri hann neyvt at lyfta bóltin upp um manngarðin og í meiri ella minni tómu síðuna av málinum. Tað er rættuliga ivasamt, um Rasmus hevði havt sama møguleika at fáa mál, um eingin manngarður var frammanfyri annars stinna GÍ málverjan, sum so kundi havt staðið mitt í málinum.
B36 kompleks
B36 hevur verið mett sum besta boðið upp á kappingarneyta til HB um meistaraheitið. B36 er framvegis væl fyri, men sunnudagin longdist munurin upp til grannarnar til fimm stig. Enn eina ferð megnaði TB málleysan javnleik ímóti B36, sum harvið hevur mist fýra stig ímóti tvørámonnum. Tað kann fara at vísa seg kostnaðarmikið í síðsta enda.
B36 eigur útsettan dyst á í Vági. Har skulu teir spæla nú mikukvøldið. Hjá B36 er tað alneyðugt at fáa fult burturúr ferðini til Suðuroyar. HB skal mikukvøldið spæla á heimavølli ímóti Skála. Hóast Skála er á heiðursmerkjaplássi, og hóast teir mikukvøldið í síðstu viku vunnu 4-0 á KÍ, so ber tað úr frá gongdini síðstu mongu vikurnar ikki til at rokna við øðrum, enn at HB er favorittur ímóti Skála.
Skála venjarin, Johan Nielsen, undrast yvir, at tað skal vera neyðugt at kroysta skránna so nógv saman í sambandi við Intertoto luttøkuna. Tað er væl skiljandi, at hann ger tað. Skála spældi landskappingardyst mikukvøldið, Intertoto dyst leygardagin, landskappingardyst aftur mikukvøldið, teir skulu á flog hósdagin, og so skulu teir aftur spæla í Intertoto sunnudagin. Tað átti at borið til at lagt í hvussu so er annan av dystunum mitt í viku longri frá altjóða luttøkuni, enn teir eru tað í ár, og enn teir hava verið tað undanfarnu árini. Fyritreytirnar at standa seg í altjóða dystunum átti at verið gjørdar so góðar sum tað á nakran hátt ber til.
Botnurin
Fyri fyrstu ferð í tveir mánaðir vann VB, tá ið ÍF sunnudagin var í Vági. VB fekk fult á Skála 24. apríl, og síðani hevur talan verið um oyðimarkargongd. Teir hava skift venjara, og tað tóktist vera við til at geva bonus. Fuglfirðingar vóru hjartans fegnir eftir, at tað hevði eydnast at fingið eitt stig á heimavølli ímóti Skála. Í Vági fóru teir heilt á botn, áðrenn teir hálaðu tvey mál innaftur og kanska kunnu nýta tey at styrkja sjálvsálitið, áðrenn teir sunnudagin skulu spæla á heimavølli ímóti B36, sum avgjørt einki hevur ráð at missa.
VB sigurin á ÌF bar við sær, at tað nú er væl styttri frá vágbingum, sum framvegis eru á 10. plássinum, og til liðini, sum eru á 9., 8. 7. og eisini 6. plássinum. KÍ, sum er á sætta plássi, fer í 14. umfarinum sunnudagin at taka ímóti botnliðnum VB. Tað er ikki víst, at VB verður botnlið sunnudagin. Um teir vinna mikukvøldið ímóti B36, so verður botnsessurin latin ÍF. Í 14. umfarinum verður spælt soleiðis. Í annaðkvøld HB-Skála og sunnudagin NSÍ-GÍ, TB-EB/Streymur, ÍF-B36 og KÍ-VB. Umframt at VB framvegis verður aftast, so eru møguleikar fyri, at svarti per eisini fer at verða latin ÍF, TB, GÍ og KÍ!