Eingin meirnýtsla við mínari hjálp

? Eingin skal vænta, at eg sum fíggjarnevndarformaður fari at ganga við til meirnýtslu á fíggjarlógini, sigur Bjarni Djurholm, sum formliga tekur sæti sum fíggjarnevndarformaður fyrsta dagin

Dagny Joensen


Hóast Fólkaflokkurin eigur formannin í fíggjarnevndini og hevur gjørt av at seta Bjarna Djurholm í sessin, skal hetta formliga fáast í lag í tinginum, áðrenn nýggi maðurin fer til verka, vónandi í hesi vikuni.

Bjarni Djurholm sigur í stuttari viðmerking, at hann gongur inn fyri sparing, hóast yvirskotið í 1998 tykist at vera nógv størri enn væntað.

? Eg fari iki at mæla til broytingar í fíggjarlógini. Tað er málið hjá samgonguni at spara mest møguligt, men hetta sjálvandi er mál, sum Landsstýrið leggur fram, og sum fíggjarnevndin staðfestir ella vísir aftur.

? Hvat heldur tú um ráðini hjá formanninum í Búskaparráðnum, sum mælir til at nýta yvirskotið í 1998 til at standa ímóti við komandi ár?

? Tað er í samsvar við mína hugsan. Vit skulu taka við læru av tí, sum hendi í 80?unum, og bert vóna, at tað ongantíð hendir aftur, sigur Bjarni Djurholm.