Eingin næmingur til próvtøku næsta ár

Allar skrivligu próvtøkurnar í 9. og 10. flokki komandi ár eru í vanda, um Mentamálastýrið ikki avgreiðir viðurskiftini viðvíkjandi savnsrøktini og KT-vørðunum í fólkaskúlanum innan stutta tíð. Føroya Lærarafelag noktar nevniliga limum sínum at gera uppgávur fyrr enn hesi viðurskifti eru komin í rætt lag (savnsmynd)

FÓLKASKÚLIN

Óloystu viðurskiftini viðvíkjandi savnsrøktini og KT-vørðunum í fólkaskúlanum, hava nú noytt Føroya Lærarafelag at taka til vápnanna. Felagið noktar nú teimum limum, sum Mentamálastýrið vanliga heitir á, at byrja uppá uppgávugerð til próvtøkurnar til fráfaringarroynd fólkaskúlans og víðkaðu fráfaringarroynd fólkaskúlans til viðurskiftini viðvíkjandi savnsrøkt og KT eru avgreidd. Henda avgerðin, sum júst er fráboðað landsstýrismonnunum í mentamálum og fíggjarmálum, er tikin, tí Mentamálastýrið ikki hevur fingið viðurskiftini við savnsrøktini uppá pláss og tí samráðingarnar um KT-vørðirnar ikki eru avgreiddar enn. Føroya Lærarafelag hevur givið Mentamálastýrinum eitt skotbrá til 1. januar 2002 at fáa hesi viðurskifti í rættlag.

1. august í fjør var ein arbeiðsbólkur settur við umboðum fyri leiðslu, telduvørðir og myndugleikan at endurskoða tørv til niðurskurð innan skúlaárið, sum júst er byrjað, og sum skilst er arbeiðsøkið hjá telduvørðum liðugt greinað. Men onkur skal gjalda.

- Fíggjarmálastýrið vil bert rinda fyri tað námsfrøðiliga, og teir meina, at kommunurnar eiga at rinda fyri tað tekniska. Tað er ikki okkara lutur at samráðast við kommunurnar. Hesa uppgávuna eigur Mentamálastýrið, men hetta er ikki gjørt, hóast stýrið hevur fingið fleiri freistir, sigur Elsa Birgitta Petersen, forkvinna í Føroya Lærarafelag.

Eisini savnsrøktin, sum Mentamálastýrið skal avgreiða í samskifti við kommunurnar, átti at verið komin uppá pláss.

- Vit eru noydd at seta harðar treytir, tí tað er nógv sum bendir á, at Mentamálastýrið bara dregur tíðina út. Savnsrøkt hevur ligið í órøkt líka síðani eg kom fyrstu ferð í nevndina í Lærarafelagnum fyri tjúgu árum síðani. Einki er broytt, sigur Elsa Birgitta Petersen.

Avleiðingar

At øll uppgávugerð við hesi fyribils blokadu verður steðgað, er sera álvarsamt. Avgreiðir Mentamálastýrið ikki nevndu viðurskifti innan ávíkavist 1. oktober 2001 fyri savnsrøktina og 1. januar 2002 fyri KT- vørðirnar, sleppur eingin næmingur í fólkaskúlanum upp til skrivliga próvtøku komandi ár, tí ongar próvtøkuuppgávur verða gjørdar.

- Mentamálastýrið hevur fingið rímiligar freistir at avgreiða hesi málini, sigur Elsa Birgitta Petersen.

Uppgávugerð er ikki tænastuskylda, og tí kann Føroya Lærarafelag nokta limum sínum at gera hetta arbeiðið, til viðurskiftini viðvíkjandi savnsrøktini og KT-vørunum eru komin upp á pláss. Longu við skúlaársbyrjan fara ávísir lærarar, sum Mentamálastýrið heitir á, undir uppgávugerð til próvtøkurnar árið eftir, og hesar eru undir vanligum umstøðum lidnar áðrenn árslok, tá ið tær skulu prentast.

Fyribilsblokadan, sum nú er sett í verk, er enn eitt dømi um óloyst og ónøktandi arbeiðsviðurskifti í fólkaskúlanum.

- Eitt er, at vit skulu berjast fyri okkara limir, tá ið tað snýr seg um lønir og setanarviðurskifti, men vit eru eisini noydd at berjast fyri, at fólkaskúlin skal virka og at játtanin er nóg stór til fólkaskúlan. Hetta átti ikki at verið okkara borð, men vit eru noydd at gera hetta til frama fyri fólkaskúlan.