FÓLKASKÚLIN
Føroya Lærarafelag noktar framvegis limum sínum at gera skrivligu uppgávurnar til próvtøkurnar í 9. og 10. flokki fyrr enn Mentamálastýrið hevur fingið viðurskiftini viðvíkjandi savnsrøktini og KT-vørðunum í fólkaskúlanum í rætt lag. Fíggjarmálastýrið vil vera við, at landsins myndugleikar bert eiga at rinda fyri tað námsfrøðiliga viðvíkjandi KT-vørðunum, meðan kommunurnar eiga at rinda fyri tað tekniska. Savnsrøktina eiga kommunurnar skylduna at røkja og harvið gjalda alla sum hon er. Tískil skal Mentamálastýrið avgreiða hesi viðurskifti við kommunurnar, men tað er ikki gjørt hóast longdar freistir og eina blokadu. Eina blokadu, ið fær álvarsligar avleiðingar fyri teir nógvu næmingarnar í 9. og 10. flokkunum kring landið longu í summar.
Blokadan, sum hevur ógvuliga álvarsligar avleiðingar við sær, varð sett í verk í fjør summar. Lærarar, sum vanliga gera uppgávur til próvtøkurnar til fráfaringarroynd fólkaskúlans og víðkaðu fráfaringarroynd fólkaskúlans, eru sostatt ikki farnir til verka.
- Hóast tað ikki er okkara uppgáva at samráðast við kommunurnar um savnsrøktina og KT-vørðarnar, hava vit boðið okkum til at hjálpa Mentamálastýrinum hesum viðvíkjandi, men tey leggja ikki í okkara hjálp, hóast tey ikki koma víðari í samráðingunum. Mentamálastýrið vil hava okkum at avlýsa blokaduna kortini, men tað kemur ikki uppá tal. Tey hava fingið ríkiligt av tíð fyri at fáa viðurskiftini uppá pláss, sigur Elsa Birgitta P. Petersen, forkvinna í Føroya Lærarafelag.
Til fánýtis
Mentamálastýrið hevur eftir øllum at døma til fánýtis roynt at fingið kommunurnar at yvirtaka fíggjarligu skyldurnar av savnsrøktini og KT-vørðunum. Sum skilst góðtekur Kommunusamskipan Føroya, at kommunurnar varða av søvnunum og amboðunum, men felagsskapurin vil hava pengar at gjalda røktina fyri frá landinum.
- Smáu kommunurnar góðtaka als ikki av, at tær eiga uppgávuna og útreiðslurnar av savnsrøktini, sigur Elsa Birgitta P. Petersen.
Uppgávugerð er ikki tænastuskylda, og tí kann Føroya Lærarafelag nokta limum sínum at gera hetta arbeiðið, til viðurskiftini viðvíkjandi savnsrøktini og KT-vørðunum eru komin upp á pláss. Undir vanligum umstøðum fara ávísir lærarar, sum Mentamálastýrið heitir á, longu við skúlaársbyrjan undir uppgávugerð til próvtøkurnar árið eftir, og hesar plaga at verða lidnar áðrenn árslok, tá ið tær skulu prentast.
- Málið við savnsrøktini hevur verið ein brennandi spurningur seinastu tredivu árini. Limir okkara hava gjørt tað ókeypis øll hesi árini. Freistin hjá Mentamálastýrinum til at fáa viðurskiftini uppá pláss var 1. august 2000. Somuleiðis hevur freistin at fáa viðurskiftini hjá KT-vørðunum í rætt lag verið long, uttan at nakað er hent. Álit er skrivað, sum útgreinar arbeiðsøkið hjá teimum. Og hóast vit hava boðið okkum fram til at hjálpa Mentamálastýrinum at sannføra kommunurnar um teirra skyldur, hendir einki. Hvør rindar fyri hvat ger okkum ikki mun, bara okkara limir fáa tað teir eiga at fáa um teir gera arbeiðið. Fyri at lærara kunnu undirvísa, skulu høli, tól og amboð vera í lagi. Men hvør røkir tey, er ikki trupulleikin, men limirnir hjá okkum skulu fáa lønina um teir gera tað, sigur Elsa Birgitta P. Petersen.
Forkvinnan í Føroya Lærarafelag er væl greið yvir, hvørjar avleiðingar blokadan hevur fyri næmingar.
- Ábyrgdina av, at næmingarnir ikki sleppa til skrivliga próvtøku í summar, hava Mentamálastýrið og kommunurnar.
Mentamálastýrið kann valla heita á onnur um at gera skrivligar uppgávur til próvtøkurnar í føroyska fólkaskúlanum enn akkurát føroyskar lærarar. Skúlin er júst yvirtikin og tískil hevði verið pínligt, um landsins skúlamyndugleikar verða noyddir av landinum, eitt nú niður til danska kenslumálaráðið, eftir próvtøkutilfari, ið eru ætlaðar donskum næmingum. Ein annar líka áhugaverdur spurningur er, hvussu leingi foreldur lata sær hesa støðu lynda.
Olaus Jespersen, leiðari á fólkaskúladeildini í Mentamálastýrinum, hevur onga viðmerking til málið.