Neistin-StÍF 25-38 (9-20)
Mikukvøldið vunnu Neistamenn, sum vanliga standa seg væl móti StÍF, 34-26 á strandingum. Longu leygardagin tríggjar dagar seinni hittust liðini aftur í Havn. Talan var um nummar fýra og nummar fimm á stigatalvuni, og tískil skuldi talan verið um ein javnan dyst.
Men dysturin mikukvøldið og dysturin leygardagin vóru sum dagur og nátt. StÍF, sum annars hevur staðið seg sera illa í landskappingini síðani teir taptu steypafinaluna 6. februar, stutt og greitt vant burturúr einum Neistaliði, sum ikki kom í nær námind somu hæddum sum í høllini á Skála bert tríggjar dagar frammanundan.
Longu frá fyrsta bríksli settu strandingar seg á dystin, hóast Neistamenn so dánt fylgdu við fyrsta korterið, tá støðan var 9-6 til útiliðið. Men seinna partin av fyrra hálvleiki vann StÍF 11-3!
Strandingar dusaðu sær í leysu Neistaverjuni, og í álopinum riggaði einki hjá havnarmonnum. Tá tað eydnaðist at koma til skot, var Henning Jarnskor í StÍF-málinum fyri, og hann hevði eisini yvirskot til at seta gongd í nøkur skjót mótálop. Og soleiðis var gongdin: Neistin brúkti langa tíð til at byggja eitt álop upp, sum einki kom burturúr, og so gingu bert fá sekund, áðrenn bólturin lá í málinum í hinum endanum.
Teir gevast ikki?
Við hálvleiksstøðuni 20-9 var allur spenningur farin úr dystinum, men StÍF-liðið hevur tað fyri, at teir ikki gevast, hóast munurin er stórur. Tað sóu vit millum annað móti VÍF í Vestmanna beint fyri jól, og vit sóu tað aftur í høllini á Hálsi leygardagin. Fyrstu tríggjar minuttirnar av seinna hálvleiki fekk StÍF fýra mál, meðan Neistin einki fekk. Støðan var 24-9, og tað fór at síggja eitt sindur pínligt út. 27-11 var tað mesta, strandingar vóru frammanfyri. Eftir tað kom eitt sindur meira av skili á, og Neistin kom eitt sindur fyri seg, hóast tað ongantíð bleiv talan um nakað come-back í stíl við tað móti VÍF herfyri.
Men soleiðis kann tað ganga. Upp á tríggjar dagar var munurin millum liðini broyttur ikki minni enn 21 mál!
Mikukvøldið var Neistin nógv tað betra liðið, men leygardagin bar einki til. Samstundis mistu teir helst møguleikan fyri at fáa heiðursmerki í ár. Heini Joensen fekk bert fimm mál hesaferð, meðan Tróndur Hansen, sum kom inn í seinna hálvleiki, ongantíð veruliga fekk stundir til at koma í gongd. Og tá so Bogi Henriksen, sum spældi ein rimmar dyst á Skála, ikki hevði ein av sínum góðu døgum hesaferð, kundi tað ikki ganga nógv øðrvísi.
So var øðrvísi hjá StÍF. Vit hava longu nevnt, at liðið ikki slakkar av, hóast leiðslan er stór. Artur Johansen og Elias Hansen skutu og raktu beint hvørjaferð, og teir fingu ávikavist tíggju og níggju mál. Í seinna hálvleiki fingu teir eisini roynt ymiskt, og enn einaferð sást tú styrkina í at hava spælarar, sum allir duga at skjóta mál og kunnu spæla á fleiri ymsum plássum.
Alexandur Johansen skifti millum vongin og miðjuna, Jónleif Sólsker var onkuntíð á miðjuni og onkuntíð á bakkinum, og tá John Petersen kom inn í seinna hálvleiki, byrjaði hann sum bakspælari og endaði á vonginum.
Breiddin er stór, og hevði StÍF ikki havt hesa sjúkuna við at tapa »býttar« dystir, hevði leiðslan hjá Kyndli neyvan verið fýra stig í dag. Men tað sær ikki út til, at StÍF sleppur av við tey »óneyðugu« tapini, hóast liðið er eitt tað best spælandi í landinum, tá lagið er tað rætta.