Eingin niðurstøða í dag um kæruna frá Miðflokkinum

Landsstýrismálanevndin kom heldur ikki fram til eina niðurstøðu í dag, í kæruni frá Miðflokkinum viðvíkjandi avgerð løgmans at leggja §14, stk. 2 í hjúnabandslógini undir málsøki hjá mentamálaráðnum.

 

Les eisini: Miðflokkurin klagar løgmann

 

Jógvan Skorheim úr Sjálvstýri, ið formaður í nevndini, sigur, at ætlanin var at koma til eina niðurstøðu í dag, men tað vísti seg ikki at bera til.

 

- Málið er ógvuliga tórgreitt og tað eru enn nøkur viðurskiftir, ið skulu greiðast áðrenn vit koma til eina niðurstøðu í nevndini. Eg vænti tað verður avgreitt mánadagin, sigur Jógvan Skorheim.

 

Tað liggja fýra aðrar kærur hjá landsstýrismálanevndini, ið nevndin ikki er farin undir enn. Tríggjar kærur um Høgna Hoydal og uppskotið um lógina um fyristingin av sjófeingi og ein kæra frá Jacob Vestergaard um løgmann og at hann skal hava sagt ósatt fyri tinginum í samband við sølu av partabrøvum í einum línubáti.