Eingin orkaði Nordlie meira

Tom Nordlie, sum fram til vikuskiftið var venjari hjá Toda Jónsson í Start, var blivin so strævin at hava við at gera, at leiðslan mátti siga hann úr starvi. Nordlie dugdi heilt einfalt ikki at bera seg sømiliga at ímóti spælarum og hjálparfólki í felagnum, og nú høvdu tey fingið nóg mikið

Hann var kendur sum ein venjari við krúti í. Hann kundi siga røttu tingini til røttu tíðina, og hann spardi ikki upp á róp og skeld í viðferðini av sínum spælarum.
Men trupulleikin var bara, at Tom Nordlie gjørdist ov nógv av tí góða, og tí varð hann eftir dystin hjá Start ímóti Skála á Svangaskarði sagdur úr starvinum í Start.
Blaðið Fedrelandsvennen hevur í eini grein lýst trupulleikan við Tom Nordlie, og har er niðurstøðan púra greið. Tom Nordlie dugdi ikki at bera seg sømiliga at, og nú høvdu tey í Start fingið nóg mikið av honum.
- Ein lækni er givin, ein fysioterapetur er givin, ein liðleiðari er sjúkrameldaður, og spælararnir, sum blivu skeldaði heiður og æru frá, orkaðu heldur ikki meira. Leiðslustílurin hjá Tom Nordlie var ein týðandi orsøk til, at hann varð sagdur úr venjarastarvinum í Start, skrivar Fedrelandsvennen millum annað.
 
Fingu ringa viðferð
Undir dystinum ímóti Skála á Svangaskarði hóskvøldið í farnu viku, reisti Nordlie seg av og á frá beinkinum og skeldaði sínar spælarar út.
- Bård... Bård Borgersen, geylaði hann á liðformannin hjá Start seint í seinna hálvleiki.
Borgersen hevði ongan hug at svara Nordlie, og hann læt sum luft eina løtu, til hann varð noyddur at geva venjarnum gætur. Og so kom eitt skeld um eitthvørt, sum Start-spælararnir gjørdu á vøllinum.
Lagið á vøllinum tóktist bara gerast verri og verri, sum dysturin leið, og seinastu løtuna var tað næstan sum, at spælararnir góvust at spæla.
Fedrelandsvennan hevur tosað við fólk í og kring Start, og tey eru á einum máli um, at atburðurin hjá Tom Nordlie var ótolandi í longdini.
- Tað gongur í eina tíð, men so gongur tað heldur ikki longur. Nóg mikið er nóg mikið. Fólk finna seg ikki í at verða viðfarin soleiðis, sigur ein ónevnd kelda við blaðið.
Nú úrslitini hjá Start vóru farin at bila, gjørdist tað lættari hjá leiðsluni í felagnum at loysa trupulleikan, sum mátti loysast, og tað kostaði Nordlie starvið.
 
Nýggi venjarin
Nýggjur venjari hjá Start er tann 37 ára gamli Stig Inge Bjørnebye. Hann hevur áður verið yrkisspælari í langa tíð. Eitt nú spældi hann í Liverpool FC 1992-2000. Frá 1989 og fram til 2000 var hann 75 ferðir á norska landsliðnum.
Síðani í januar 2004 hevur Bjørnebye verið hjálparvenjari hjá norska landsliðnum.
Stig Inge Bjørnebye er í løtuni saman við familjuni í summarfrí í USA. Tað verður roknað við, at hann fer at sita á beinkinum, tá ið Start annan sunnudag fer at spæla á heimavølli í Kristiansand móti Rosenborg. Start og Stig Inge Bjørnebye hava gjørt samstarvsavtalu, sum fevnir um trý og eitt hálvt ár.