Eingin positiv roynd í 4 ár

Ísf hevur síðani 2002 tikið nakrar og tjúgu royndir árliga av limum sínum. Enn hevur tó eingin roynd verið positiv, men ítróttarsambandið hevur leingi havt ynski um, at fáa heimild at taka royndir av vøddavenjarum eisini

?Síðani 2002 hava vit árliga tikið doping royndir av limum okkara. 2/3 av royndunum verða tiknar undir venjing, meðan 1/3 verður tikin undir kapping, greiðir sofur Johannensen, formaður í dopingnevndini hjá ÍSF frá.
Hann sigur at tað verður tilvildarliga valt út, hvør skal testast, men tað verður býtt ímillum ítróttargreinarnar. Eisini verður hædd tikin fyri, at taka royndir av bæði monnum og kvinnum. Verður ein íðkari tikin fyri doping, verður hann útihýstur frá øllum feløgunum í ÍSF í 2 ár. Bæði frá venjing og kapping.
? Vit hava onga positiva roynd havt enn. Aðrastaðni liggur positiva talið á umleið 1%, greiðir Sofus Johannsen frá.
?Hann staðfestir tí, at trupulleikin tí ikki er so stórur generelt í Føroyum.

Forfengiligheits-doping
Sofus sigur, at teir hava varhugan av, størsti trupulleikin innan doping í Føroyum er innan vøddavenjing.
? Vit hava teir, ið gjarna vilja verða stórir og flottir, uttan at venja nakað serligt. Tí taka teir dopandi evni, fyri at vøddarnir skulu vaksa skjótari. Men vit hava ikki heimild at taka royndir inni á venjingarmiðstøðum, staðfestir Sofus.
Hann sigur víðari, at teir fegnir høvdu viljað fingið eitt samstarv í lag við venjingarcentrini, soleiðis, at teir, sum eina tænastu, kundu komið inn av og á, og tikið doping royndir.
Um venjingarmiðstøðirnar halda tað vera eitt gott hugskot, kundu tær gjørt øllum limunum greitt, at dopingroyndir verða tiknar av og á, og at eingin hevur loyvi at siga nei, um tey verða biðin um at taka royndina. Tey kundu á sama hátt sum vit havt eina innanhýsis sektarskipan, soleiðis, at tey, ið verða funnin positiv, verða útihýst í 2 ár. Tað hevði kanska komið dopingini heilt til lívs, heldur Sofus Johannesen at enda.