Seinastu mánaðirnar er prísurin á olju øktur munandi. Oljuprísurin liggur í dag um slakar 40 dollarar fyri tunnuna, og hetta væl hægri enn bert fyri nøkrum árum síðan, tá prísurin var um 25-30 dollarar fyri tunnuna.
Høvuðsorsøkin til stóru príshækkingina seinastu mánaðirnar er óttin fyri yvirgangsálopum á lond í miðeystri, ið framleiða olju. Seinastu tíðina hevur verið tutla í krókunum um, at oljuframleiðandi londini í OPEC-samstarvinum hava sett sær fyri at lækka prísin aftur.
Á OPEC-fundi hósdagin í Beirut avráddu oljuframleiðandi londini at økja um oljuframleiðsluna, men økta framleiðslan hevur ikki í fyrstu syftu lækkað høga prísin. Sambært Ritzau lá oljuprísurin hósdagin framvegis um 39 dollarar fyri tunnuna.