Eingin prestur til Viðareiðis

Tað eydnaðist ikki á hesum sinni at fáa nýggjan prest til Viðareiðis.

Freistin at søkja Kallið Eystan Múla var úti fríggjadagin.

Tað var seinasta heyst, at Elsa Funding, sóknarprestur, bað um at verða loyst úr embætinum.

Í løtuni røkir Kirsten Donskov Felter kallið sum sóknarprestur. Hon verður í kallinum august mánað út.

Væntandi verður kallið lýst leyst av nýggjum einaferð í heyst, upplýsir Føroya Stiftsstjórn.