Eingin semja um Assange

Einki spurdist burtur úr samráðingum í dag millum Bretland og Ekvador um Wikileaks-stovnaran, Julian Assange.

-Soleiðis sum støðan er, er eingin loysn at hóma, segði ekvadorski uttanríkisráðharrin, Ricardo Patino, eftir at hann hevði havt fund við bretska starvsbróður sín, William Hague.

Sum skilst helt William Hague uppá, at Bretland hevur skyldu til at útflýgga svensku myndugleikunum Assange, so sviar kunnu avhoyra hann í sambandi við, at tvær kvinnur í Svøríki hava skuldsett hann fyri kynsligan ágang har.

Julian Assange hevur verið á ekvadorsku sendistovuni í London síðani tann 19. juni. Ekvador hevur gjørt av at bjóða honum friðskjól, men bretar siga, at hann verður tikin, so skjótt sum hann fer av økinum hjá sendistovuni.