Eingin semja um kongafisk

Tað eydnaðist heldur ikki hesaferð strandalondunum, sum umsita kongafiskin í Irmingarhavinum, at semjast. Hesa vikuna hevur fundur verið í London, har strandalondini, Føroyar, Ísland og Grønland, hava roynt at fáa semju við Rusland, Noreg og ES um fiskiskapin eftir kongafiski í Irmingarhavinum í 2011.

Men tað er ikki bara í samráðingunum um býtið av felagskvotuni av makreli, at londini togast dúgliga.

Á fundinum um kongafiskin í Irmingarhavinum eydnaðist heldur ikki londunum at finna fram til semju.

Nýggjur fundur er avtalaður at verða um hálvan februar.