Tað tykist ikki, sum at nøkur semja er í væntu í trætuni millum løgmann og Føroya Pedagogfelag.
Carita Bjørklund vísir aftur, at felagið niðurger kommunurnar í Føroyum við at sáa iva um samráðingarrættin. Hon vendir tí við og sigur, at løgmaður kundi víst størri virðing fyri teimum og kommununum við at geva greið boð heldur fyrr enn fyrst í februar, tá pedagogfelagið fekk boð um, at tað skuldi samráðast við kommunurnar.
? Trupulleikin snýr seg ikki um, hvønn vit vilja samráðast við, men heldur vil eg vísa á, at vit ikki hava fingið nakra haldgóða grundgeving til at samráðast við kommunurnar, sigur Carita Bjørklun.
Hon leggur afturat, at málsviðgerðin hjá landsstýrinum hevur verið undir allan kritik.
? Tað er umráðandi hjá okkum at fáa staðfest, at kommunurnar hava heimild til at samráðast um ein sáttmála við okkum. Tað skal staðfestast, at tær eru góðkendar og formaliseraðar, sigur Carita Bjørklund.
Løgmaður sigur, at hann hevur givið teimum greið boð, men felagið sigur seg ikki kunna fyrihalda seg til tær metingar, ið løgmaður hevur av lógini.
? So leingi løgmaður bara hevur nakrar leysar metingar, kunnu vit ikki fyrihalda okkum til tær, sigur Carita.
Formaðurin sigur, at felagið ikki vil leggja seg útí, hvussu kommunur skipa seg innanhýsis, men hon slær fast, at felagið vil hava ein sáttmála við allar kommunur, ið skipa fyri barnaansing.
Tað tykist ikki, sum at nøkur semja er í væntu, tí Føroya Pedagogfelag er ikki sannført um, at tað eru kommunurnar, ið hava samráðingarrættin.
Nevndin í felagnum hevði kunnandi fund við álitisfólkini mikumorgunin og eftir tað hevði nevndin fund innanhýsis. Eingin niðurstøða var- fingin frá hesum fundinum, tá blaðið fór til prentingar.
Carita Bjørklund dugir ikki at siga, hvussu leingi verkfallið fer at vera, men tað veldst um, hvussu leikur fer í trætuni.