Hondbóltur
StÍF hevur meira enn trýkvart bein í steypafinaluni, nú teir hava spælt fyrru hálvfinaluna móti aðru deild hjá Kyndli.
Dysturin mikuvkøldið var sjáldan nakað serliga spennandi. Ikki minst gjørdi StÍF ein vørr tíðliga í seinna hálvleiki, tá teir øktu upp í 27-9. Og hóast Kyndil skapti eina stóra sensatión í fjórðingsfinaluni móti VÍF, so er hetta væl tann munurin, sum eigur at vera millum fremsta føroyska mansliðið og eitt lið, mannað av spælarum, sum vóru á tindunum fyri skjótt fleiri árum síðani.
Fakta um dystin
StÍF-Kyndil II 37-15 (13-7)
10 min: 3-2
20 min: 10-4
40 min: 22-8
50 min: 31-13
Málskjúttar
StÍF: Sveinur Justinussen 14(2), Leivur Justinussen 6, Bárður Danielsen 5, Bent Djurhuus 4, Danni Syhler 3, David Edvardsen 2, André F. Danielsen 2
Kyndil II: Rúni Johansen 6(1), Jónleif Sólsker 4, Dia Midjord 2, Uni Wardum 2(1), Birgir Hansen 1
Brotskøst: StÍF 4, Kyndil 4
Útvísingar: StÍF 5, Kyndil 5
Dómarar: Karstin Joensen & Kristian Joensen