- Nei, serliga stjóraviðbótin í upprunaliga sáttmálanum hjá fyrrverandi stjóranum er ikki galdandi meira, sigur aðalstjórin Bjørgfríð Ludvig.
Fyrr í dag skrivaðu vit, at samlaða lønin til nýggja fyribilsstjóran á Strandferðsluni er 74.000 krónur um mánaðin, tá eftirlønin er íroknað.
Útrokningarnar bygdu á upplýsingar um, at Regin I. Jacobsen er løntur á sama hátt sum Bogi Mortensen, umframt at hann fær 20 prosent oman á lønina, tí starvið er tíðaravmarkað.
Les eisini: Fyribilsloysn fyri 74.000 um mánaðin
Men so væl spælir klaverið kortini ikki, sambært aðalstjóranum í Vinnumálaráðnum.
- Nei, serliga stjóraviðbótin er innroknað í lønina, sigur Bjørgfríð Ludvig og vísir á, at hetta var gjørt í samband við at lønartalvan í sáttmálanum hjá Tænastumannafelag Landsins varð broytt.
Strandferðslustjórin fær tí ikki tær viðbótirnar, sum eru nevndar í galdandi lønartalvu fyri Tænastumannafelagið.
Regin I. Jacobsen fær tó eitt serligt ískoyti á 20 prosent oman á lønina, av tí at talan er um tíðaravmarkað starv. Serliga ískoytið er tó ikki eftirlønargevandi.
Sambært galdandi lønartalvum fær hann tí, alt íroknað, 67.500 krónur í løn.