Eingin sjálvstýrismaður síðani Edward Mitens

Vit skulu 83 ár aftur í tíðina fyri at finna seinasta sjálvstýristingmann, sum hevur umboðað Suðuroynna á Føroya Løgtingi. Nú er Kristin Michelsen vorðin sjálvstýrismaður, og hann skal royna at lyfta arvin eftir Edward Mitens frá 1936

Á løgtingsvalinum 28. januar í 1936 var Edward Mitens seinast ferð valdur á ting fyri Suðuroyar valdømi. Tá fekk Sjálvstýrisflokkurin 251 atkvøður í Suðuroynni og ein tingmann valdan í valdøminum.

Edward Mitens varð fyrstu ferð valdur á ting á løgtingsvalinum í 1916. Tá var hann sjálvur annar tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin í Suðuroy.

Arvurin hjá Kristini Michelsen kann tí verða tungur at lyfta, um hann skal veljast á ting fyri Sjálvstýrisflokkin. Á seinasta løgtingsvali fekk Kristin Michelsen 302 atkvøður á javnaðarlistanum. Tær flestu fekk hann sum vera man á Tvøroyri, har hann fekk 228 atkvøður. Av teimum 302 atkvøðunum vóru bara 23 atkvøður norðanfjørðs.

Floksformaðurin hjá nýggja sjálvstýrismanninum á Tvøroyri, Jógvan Skorheim, varð valdur á ting seinast við 389 atkvøðum, 87 fleiri enn Kristin Michelsen fekk.

Á seinasta løgtingsvali var tað ein annar útblakaður javnaðarmaður, sum stillaði upp fyri annan flokk. Tað var Gerhard Lognberg í Skopun, sum stillaði upp fyri Sambandsflokkin. Tann arvurin var eisini tungur at lyfta, tí enn hevur eingin sambandsmaður umboðað Sandoynna á tingi.

Spurningurin er so, um tað fer at eydnast Kristini Michelsen at gera Edwardi Mitens bragdið eftir.