Nú verður strangari at vera roykjari á Tvøroyri. Tvøroyrar Býráð er í løtuni í ferð við at gera ein nýggjan roykipolitikk, har høvuðsendamálið er at tryggja at tey, sum ikki roykja, eisini skulu sleppa undan at anda royk í seg.
Í hesum sambandi verður sum heild bannað at roykja á almennum ognum, altso á øllum matrikulnummarinum hjá skúlum, kommununalum skrivstovum og øðrum kommunalum stovnum og virkjum.
Kortini halda tey í býráðnum, at tað er einki endamál at kveistra roykjarar út á almennan veg at roykja upp í eyguni á børnum og øðrum fólki.
Tískil er ætlanin at skipa serlig støð á kommunalum stovnum og virkjum, har tað er loyvt at roykja, uttan at roykja upp í eyguni á øðrum og uttan at tey, sum ikki roykja, skulu vera noydd at anda royk í seg.
Ætlanin er eisini, at hetta skal vera galdandi í áskoðaraskýlinum við fótbóltsvøllin við Stórá. Býráðslimir halda ikki, at tað er rætt, at áskoðarar sleppa at sita í skýlinum og roykja til ampa fyri teir áskoðarar, sum ikki roykja.
Býráðið hevur arbeitt við hesi ætlan í eina tíð. Fyrr í ár varð ætlanin send leiðarum á kommunalum arbeiðsplássum til hoyringar, men nú má býráðið ásanna, at næstan eingin hevur latið við seg koma.
Tí hava leiðararnir fingið eina freist afturat til fyrsta september at vísa á, hvussu teir halda, at roykingin kann skipast á teirra arbeiðsplássi ella stovni. Ætlanin er so, at býráðið fer at taka støðu til nýggja roykipolitikkin í heyst.
|