Eingin skiftur út?

Soleiðis spyrji eg Javnaðarflokkin, tá eg í dag síggi at leiðslan er tann sama.

 

Myndirnar eru vakrar, fólkið blíðsníðað, kendir røðarar, ja, soleiðis sum vit kenna siðbundnar landsfundir.

 

Sambært veljarakanningum er rákið reytt – og eg undrist enn meira.

 

Hóast fleiri 4-áraskeið við reyðum leiðslum, bæði í býráði og í løgtingi,  eru vit eitt ‘u-land’ í norðurlendskum høpi.

 

Og eingin skiftur út.

 

Bústaðarmarknaður, eldraøki, almannaøki, fólk við serligum tørvi, ja, øki flokkurin sigur seg umboða.

 

Eg eri ikki í iva um, at politikarar hava málið, viljan og hjartað á røttum staði. Men tá øll hesi trý viðurskifti ikki hava verið nóg mikið, má onkur seta spurningin við leiðslu.

 

Sjálv havi eg hugsað og gjørt mær tær politisku royndir,  at eyguni mugu vendast móti tí útinnandi valdinum, tað verið seg løgmansstjóra, aðalráðum, umsitingum og almennum stovnum sum heild.

 

Eru tey tíðarhóskandi, dagførd, fólkslig, endurskoðandi og nýhugsandi við atliti til tænastu, rationell við atliti til rakstur? og nógv nógv annað.

 

Tá vit ásanna, at politikarar mugu duga meira enn at tosa, koma vit víðari.

 

Vælferðarøki eru viðurskfti í beinleiðis samskifti við fólkið, og tað verður ikki stýrt politiskt, meira enn við pengum og lógum, og  krevur tí serligt politiskt tev fyri umsitingum og leiðslum.

 

Tí er brúk fyri nýggjum kustum, nýggjum tonkum, kreativum kreftum og brennandi sálum, fyri at koma burturúr hesi óndu ringrás og trampolinkenda politikki, sum hevur við vælferð hjá fólkinum at gera.