Eingin skúlagongd í Klaksvík

Í næstu viku verður skúlin bara opin fyri børnum í 1. til 3. flokki, sum ongan møguleika hava fyri ansing

Alla næstu viku verður Skúlin á Skúlatrøð í Klaksvík stongdur. Tað skrivar skúlastjórin Vagn Foldbo á heimasíðu skúlans.

 

Skúlin fer bara at vera opin fyri børn í 1., 2. og 3. flokki, har eingin ansing er møgulig, sigur Vagn Foldbo, skúlastjóri, sum leggur aftrat:

 

 Henda serskipan er bara galdandi hjá teimum børnum, hvørs foreldur starvast á serliga avgerandi økjum, og sum ongan møguleika hava fyri ansing.

 

 

 

Í brævi til foreldrini skrivar skúlastjórin soleiðis:

 

Vegna áhaldandi tilburðir við Covid-19 millum næmingar og starvsfólk skúlans, verður skúlin, eftir avtalu við Undirvísingarstýrið, latin aftur komandi viku frá mánadegnum 8. november til fríggjadagin 12. november 2021.

 

Skúlagongdin komandi viku verður skipað soleiðis:

 

  • Næmingarnir í 1. til 3. flokki fylgja við umvegis heimasetningin
  • Næmingarnir í 4. – 10. flokki hava framhaldandi undirvísing á netinum. Tó hava næmingarnir í 8. og 9. flokki skrivliga roynd á netinum heima. Kunning um hetta verður løgd á heimasetningin hjá viðkomandi flokkum.
  • Næmingarnir í serdeildini hava undirvísing á netinum, í tann mun tað er gjørligt, eftir avtalu við læraran/námsfrøðingin.

 

Skúlin hevur opið í neyðugum vavi fyri børn, sum ganga í og 1., 2. og 3. flokki, har eingin ansing er møgulig. Henda serskipan er bara galdandi hjá teimum børnum, hvørs foreldur starvast á serliga avgerandi økjum, og sum ongan møguleika hava fyri ansing.

 

Tey foreldur, sum onga ansing hava til síni børn, boða skúlanum frá, um tey hava brúk fyri hesi serskipan. Boðast skal frá á telduposti [email protected] innan sunnudagin 7. november kl. 15:00. Upplýsið navn á næmingi, flokk, hvørjar dagar tørvur er á ansing, eins og tykkara navn og telefonnummar. Hendan ansing er frá kl. 8-12. Eftir hetta er Snallabjalla opin fyri hesum somu børnum, um tey annars vanliga ganga í Snjallubjallu. Tilmeldingin til serkipanina í skúlanum er samstundis tilmelding til Snjallubjallu.

 

Heitt verður á tykkum foreldur um framhaldandi at boða flokslæraranum frá, um tykkara barn fær positivt svar uppá koronukanning. 

 

Vónandi kunnu vit byrja vanliga skúlagongd aftur mánadagin 15. november 2021. Vit leggja eina kunning um hetta seinast í komandi viku, sigur Vagn Foldbo skúlastjóri í Skúlanum á Skúlatrøð í brævi til foreldrini, sum sæst á skulatrod.fo.