Skiparakstur
Eftir 1. september í ár verða trolararnir, Nornagestur og Kolumbus, ikki longur heimahoyrandi í Sandoynni. Tað eru brøðrurnir, Edvard, Birgir og Niels Nicodemussen, sum eiga feløgini aftanfyri skipini, P/F Nornagestur, sum hevur átt skipið við sama navni og P/F Orion, sum hevur átt Kolumbus.
Sandoyarbrøðrurnir keyptu Kolumbus í 1982 og Nornagest í 1994.
Nýggju eigararnir, sum yvirtaka skipini, 1. september, eru vestmenningarnir, Dánjal Jacobsen og Tummas Christophersen, sum saman hava stovnað felagið, P/F Vár.
Keypsprísurin er 14,5 miljónir krónur.
Tríggjar manningar hava verið við skipunum og teir, sum ynskja tað, kunnu allir halda fram undir nýggju eigarunum.
Ein skapandi
"familjufyritøka"
Teir tríggir brøðrurnir hava allir verið knýttir at skipunum. Edvard, sum næstu ferð fyllir 62, hevur verið skipari umborð á Kolumbusi síðan 1986. Birgir, sum er yngstur av teimum trimum, hevur siglt við skipunum sum maskinmeistari, fyrst við Kolumbusi og síðan við Nornagesti, tá ið hann varð keyptur. Niels, sum er miðlingurin av teimum trimum, hevur verið tað, sum teir rópa "heimahjálp". Hann hevur seinastu árini tikið sær av teimum praktisku viðurskiftunum uppi á landi.
Allir tríggir søktu teir sjógvin, áðrenn teir gjørdust skipaeigarar, bæði við fiskiskipi og í farmaskipasigling.
Øll árini hevur kona Edvard, Sanna, havt bókhaldið hjá feløgunum um hendi.
Eiga skipini
- Tá ið vit avgjørdu at keypa Kolumbus í 1982, góvust vit at sigla hjá øðrum og fóru sjálvir undir skiparakstur.
Edvard Nicodemussen sigur, at nú skipini verða seld, er eingin skuld í teimum.
- Vit eiga skipini; har er eingin skuld.
Hann vísir á, at teir alla tíðina hava lagt stóran dent á at gjalda skuldina, sum var í skipunum, men hetta merkir tó ikki, at teir ikki eisini hava brúkt nógvan pening upp á viðlíkahald og nýgerð.
- Jú, vit hava brúkt nógvan pening upp á skipini hesi árini, vit hava havt tey. Umframt at Kolumbus hevur skift motor, fingu bæði skipini nýggja brúgv í Marstal í 1998; tá vórðu eisini ljósmotorarnir skiftir, skipini vórðu vatnblást, motorarnir yvirhálaðir, akslarnir vóru úti, og skúvurnar vóru í Týsklandi, har tær vórðu gjørdar av nýggjum.
Edvard sigur, at tá driftin er so hørð, er eisini neyðugt at halda skipini viðlíka.
- Skipini eru gomul, men tey hava riggað væl, og vit hava ikki mist nógv tíð vegna trupulleikar, leggur hann aftrat.
Kreppan sveið
Edvard letur ikki illa at gongdini hesi árini.
- Vit halda, at tað hevur gingið rímiliga væl hesi árini. Tað var ógvuliga hart og trupult at reka skip fyrst í nítiárunum, tá ið kreppa var um alt samfelagið. Tá høvdu vit bara Kolumbus. Virkir vóru stongd, eitt nú í Sandoynni, og tí "reikaðu" vit millum ymisk virkir at landa. Vit hóraðu tó undan í øllum góðum. Vit hava ongantíð fingið nakra hjálp ella nakran stuðul frá nøkrum hesi árini, vit hava fingist við skiparakstur.
Edvard ásannar, at ein orsøkin til, at teir avgjørdu at fara undir skiparakstur, var, at so lítið virksemið var í Sandoynni.
- Jú, vit keyptu Kolumbus í 1982 við tí endamáli at leggja veiðina upp í Sandoynni, og eisini síðan vit keyptu Nornagest, hava vit lagt flestu lastirnar upp í oynni undantikið tey árini, tá ið virkini lógu still.
Hann vísir tó á, at skipini altíð hava verið "frítt stillaði", sum hann rópar tað, men dylur kortini ikki fyri, at tað alla tíðina hevur ligið teimum frammarliga at stuðlað uppundir vinnulívið í oynni.
- Eg haldi ikki, at tað kann takast frá okkum, at vit hava hugsað "lokalt", síðan vit fóru undir skiparakstur, sigur Edvard Nicodemussen.