Eingin søkti stjórastarvið aðru ferð

Lærarar í Vestmanna skúla kenna tað órógvandi, at eingin skúlastjóri er sett úr í skúlanum, nú meira enn eitt hálvt ár er síðani, at skúlastjórin fór úr starvi.

 

Hetta skrivaði Skúlablaðið um í morgun.

 

Men sambært Poul Geert Hansen, aðalstjóra í Mentamálaráðnu, so er tað tí, at eingin søkti starvið, tá tað varð lýst leyst aðru ferð.

 

Hann sigur við Skúlablaðið, at tá ið umsóknarfreistin til starvið sum skúlastjóri í Vestmanna skúla var úti tann 13. august 2015, vóru tríggjar umsóknir komnar til starvið. Avgjørt var at endurlýsa starvið, tí ynskiligt var at hava fleiri umsóknir at velja ímillum. Freistin at søkja starvið var 20. okt. 2015. Eingin nýggj umsókn kom til starvið. Ein av teimum trimum umsøkjarunum tók umsóknina aftur, og tí varð umhugsað at lýsa starvið leyst av nýggjum enn einaferð.

 

Fyribilssettur skúlastjóri hevur røkt skúlastjórastarvið síðani 1. august 2015 og hevur ein fyribilssettur skúlastjóri í tíðarskeiðnum, hann er settur skúlastjóri, fullar heimildir at taka avgerðir í øllum málum, sum starvið sum skúlastjóri inniber.

 

Tímatalva og ráðlegging skúlans eru gjørd eftir galdandi reglum fyri skúlaárið 2015/16. Tað er ikki ein ókend støða í fólkaskúlanum, at broytingar verða gjørdar bæði í virksemisætlan og tímatalvu orsakað av ymsum viðurskiftum sum sjúku, barnsburði, ella at lærarar fara í annað starv. Mentamálaráðið heldur, at skúlin hevur verið í tryggum hondum. Varaskúlastjórin hevur røkt starvið sum settur skúlastjóri, og lærari við drúgvum royndum sum bæði lærari og skúlastjóri hevur røkt varaskúlastjórastarvið, sigur Poul Geert Hansen, aðalstjóri, við Skúlablaðið.