Sjúrður Skaale
”Tað er ein fyrimunur sum ein smátjóð at vera fyri seg sjálvan og samstarva við øll heimsins lond á jøvnum føti.”
Hetta segði Annika Olsen tá kjakast var um fyrimunir og vansar við ES-limaskapi í Breddanum týsdagin.
Heilt yvirskipað er hetta so burtur úr vón og viti, at mann veit ikki hvat mann skal byrja.
At standa fyri seg sjálvan í heiminum er ikki ein fyrimunur fyri nakran – allar minst fyri eina smátjóð sum Føroyar. Ja, tað er slett ikki ein møguleiki. Men tað tykist vera málið hjá Anniku & Co.: Vit skulu loysa frá Danmark – og so skulu vit standa fyri okkum sjálv.
Annika helt tað enntá vera ein fyrimun, nú alheims handilskríggj hóttir, at vit standa einsamøll. Tað er, snøgt sagt, púra vitleyst.
Lat tað verða gjørt heilt greitt: Skulu Føroyar loysa frá Danmark, so er tað ein absolutt fortreyt, at vit gerast ein samrunnin partur av fyrst og fremst NATO – og síðani ES (ella ið hvussu er EFTA og EBS). Serliga tá tað, bæði so og so, er ófriðarligt í heiminum.
So til tað meira konkreta:
”Vinnan er yvirhøvur nøgd við ta avtalu, sum er í løtuni,” segði Annika eisini.
Tey, sum útflyta tað, vit kunnu útflyta sambært verandi avtalu og ikki ætla nakað annað, eru sjálvandi nøgd. Men eingin, sum hevur hugskot til at virka vøruna meira, er nøgdur. Øll, sum vilja selja okkurt heilt annað til ES eru ikki nøgd. Tí teirra hugskot verða kvald í føðingini – av tollmúrinum. Bara fyri at taka eitt lítið dømi: Tað er staðfest, at Føroyar eru óvanliga væl egnaðar til at turka skinku og ost. Royndir eru gjørdar – men kvaldar.
Verandi avtala gevur ES púra fría atgongd til okkara marknað – men bindir okkum niður sum ein rávøruútflytara til ES-marknaðin.
Annika segði eisini, at arbeiðið at bøta um okkara avtalu er í gongd. Tað er rætt. Nakað annað sum er rætt er, at tað hevur verið í gongd heilt ræðuliga leingi... Eg vóni at tað eydnast innan nærmastu framtíð – okkurt kundi eisini bent á tað – men tað er óvist.
So segði hon, at vit eru í gongd við at fáa limaskap í WTO, sum ger, at vit kunnu fáa handilsavtalur við øll heimsins lond sum eru limir í WTO. Vit kunnu, ja. Men tað hava vit kunnað í nógv ár. Tað er ikki vantandi WTO-limaskapur, sum hevur forðað tí. WTO-limaskapur er neyðugur, men í sjálvum sær gevur hann okkum onga avtalu.
Annika vísti á, at tað hevur verið eitt føroyskt ynski at gerast partur av ”teimum fýra frælsunum”. Altso ES-skipanini sum ger, at kapitalur, vørur, tænastur og fólk (ES-borgarar) skulu hava frítt at fara um landamørk. Hesum tóktist hon taka undir við. Men also: Hetta er sjálv definitiónin uppá limaskap...
Tingkvinnan segði eisini, at tað verður ein fyrisitingarlig avbjóðing at seta ES-lóggávu í gildi fyri Føroyar. Men fyri tað fyrsta seta vit eina rúgvu av hesi lóggávu í verk sum er. Og fyri tað næsta verður tað ein 1000 ferð so stór avbjóðing, um Føroyar í staðin skulu hava avtalur við hvørt einstakt land í heiminum fyri seg, sum hon er talskvinna fyri.
Tað eru sanniliga nógv argument ímóti ES-limaskapi. Sjálvandi hevur tað avbjóðingar við sær. Og sjálvandi kann mann vera ímóti at ideologiskum grundum.
Men tað hevði verið gott, um grundgevingarnar byggja á fakta. Tað gjørdu tær ikki hjá Anniku Olsen.
(Leinki til sendingina er her: Breddin | Kringvarp Føroya)