Hurðarnar í rættarsalinum vóru bert afturlatnar, tá tann unga kvinnan, sum var 17 ára gomul tá hendingarnar fóru fram í 1995.
Hóast fleiri læknar og tey avvarðandi hjá tí órættaðu vóru førd sum vitni, stendur bert eitt eftir: Ongin gjørdi sær ómak at tosa við gentuna, um tað sum varð farið fram og tað, at hon varð vorðin við barn og fekk forsturtøku í august mánaða 1995.
Alt gekk ógvuliga skjótt fyri seg. Gentan var í 12. viku við barn, áðrenn familjan fekk vitan um, hvat var hent. Tá var gentan sálarliga so illa fyri, at hon bert hevði eitt ynski: at fáa fosturtøku. Hon hótti við sjálvsmorði, um tað ikki var eftirlíkað.
Familjan og læknarnir eftirlíkaðu, uttan at seta spurningartekin við hendingarnar sum førdu til, at hon varð vorðin við barn.
Ongin tosaði við gentuna um hendingina aftaná fosturtøkuna. Øll skúgvaðu tað í gloymskuna.
Ein høgtstandandi politikari
Um orsøkina kom fram í rættinum: Ein høgt standandi politikari hevði neyðtikið gentuna. Foreldrini, sum vistu hvør persónurin var, troystaðu sær ikki at hoyra um »detaljurnar», og læknarnir vóru ikki hugaðir at fara víðari við málinum, hóast teir sambært grein í fosturtøkulógini, høvdu skyldu at melda málið til løgregluna.
Pápin at gentuni kravdi, at ein roynd varð tikin av fostrinum. Tá pápin varð spurdur, hví hann hevði kravt tað, svaraði hann, at royndin skuldi nýtast sum prógv, um tann ákærdi gjørdi hetta aftur.
Lítið varð spurt um fosturroyndini í rættinum, men í einum síðusetningi í málevnisumrøðuni (proseduruni) hja verjanum kom fram, at royndin horvin.
Krav: í minsta
lagi fongsul
Jens Severinsen, ákæri, segði m.a. í síni málvendisumrøðu,at um hendingin fór fram, sum John Petersen hevði greitt rættinum frá, so var einki ivamál um, at ákæri skuldi fríkennast, men at hendingin als ikki var farin fram, so sum ákæri vildi vera við.
Ákæri vakti gentuna á nátt, og bað hana koma uppá at tosa við seg. Gentan helt, at ákæri, sum hon leigaði frá, var ónøgdur við leigararnar, sum spældu ov at ov nógvur larmur ella tílíkt var í íbúðini, fór tí upp at tosa við ákærda.
Lokkað undir
skeivum fortreytum
Tá gentan varnast, at hetta als ikki eru ørindini hjá ákærda, roynir hon at ríma tvær ferðir, men hann forðar henni at fara.
John Petersen royndi eisini at fáa foreldrini at ávirka gentuna, til ikki at vitna ímóti sær í møguligum rættarmáli. Tað helt ákærin verða týðandi dømi um, at talan var um neyðtøku.Annars var torført at skilja, hví ákærdi gjørdi so nógv burturúr.
Ákærdi hevði eisini havt fleiri samrøður við mammuna, eftir at málið kom fram alment, og hevði viðgingið fyri mammuni, at tað kanska var ímóti viljanum hjá órættaðu, at samlegan fór fram.
Hann førdi fram dømi um rættarmál frá 5. juni í Eystrar Landsrætti, sum hevði staðfest ein dóm um neyðtøku, við 10 mánaðar fongsulsrevsing. Tað helt ákærin verða minsta revsing í hesum máli.
Verjarnir sum vóru tveir í tali, Christian Andreasen og Magnus Petersen, býttu proseduruna millum sín, ein um tað tekniska, løgfrøðiliga partin, og hin um tær veruligu hendingarnar.
Verjarnir: Einki prógv
Magnus Petersen kravdi frídøming, tí tað ikki kundi prógvast at verbalar og likamligar valdsgerðir vóru viðurkendar sum tvingsul til samlegu. Hann metti ikki, at talan var um neyðtøku.
Harnæst helt hann, at frágreiðingarnar hjá avvarðandi at gentuni, vóru avleiddar av frágreiðingini hjá henni, og at ákæruvaldið ikki hevði prógvað, at frágreiðingin hjá órættaðu var tann rætta.
Rætturin hevði bert tvær subjektivar frágreiðingar at halda seg til, segði Magnus Petersen.
Christian Andreasen førdi í síni proseduru fram, at ákærdi ikki kundi fyrihalda seg til ákæruna, av tí at so long tíð var fráliðin, síðani hendingin fór fram.
Verjin hevði ongantíð hoyrt um at eitt mál var tikið upp til dóms, sum varð meldað hálvfjóðra ár eftir, at tað var hent.. Hann hevði ongan dóm funnið, sum líktist hesum málinum.
Hann helt, at umstøður hjá gentuni vóru soleiðis háttaðar, at hon hevði brúk fyri at fáa fosturtøku.
Hon er uppald í kristiligum heimi, og kundi tí ikki siga foreldrunum, at hon hevði verið í song við ákærda.
Christian Andreasen førdi fram, at fosturroyndin var horvin, og at tí einki prógv var fyri at ákærdi var partur í málinum.
Læknarnir høvdu skyldu at melda
Læknarnir, sum vóru um gentuna tá hon fekk fosturtøku, vóru eisini tiknir við í umhugsanini. Sambært lóg um fosturtøku, hava læknar skyldu at fráboðatað, um neyðtikin kvinna er vorðin við barn, og krevur forsturtøku. Læknar sum ikki fráboða tað, kunnu revsast við upp til tvey ára fongsul. Tað vísti, at læknarnir ikki høvdu tikið óræattaðu fyri fult, tá hon við kommunulæknan hevði sagt, at hon var neyðtikin.
Ákærin fekk seinasta orðið, og segði, at ákærdi hevði fullan rætt til at lúgva alt tað honum lysti, meðan tað var álagt vitnunum at siga sannleikan í rættinum.
Dómurin verður sagdur fríggjadagin kl. 14.