Eingi tekin um at talan er um yvirgang

Løgreglan í Keypmannahavn sær í løtuni eingi tekin um, at skottilburðurin í Field's var ein yvirgangsatsókn

 

(Foto: Ólafur Steinar Rye Gestsson/Ritzau Scanpix)

Løgreglan hevur í løtuni ongar ábendingar, sum benda á, at skottilburðurin í Keypmannahavn var yvirgangur.

Tað upplýsti Søren Thomassen, sjefpolitiinspektørur, frá Københavns Politi á tíðindafundi í morgun klokkan sjey.

– Tað er einki í tí, sum vit eru komin fram til, sum bendi á, at talan er um yvirgangsatsókn, sigur hann.

Maðurin verður skuldsettur fyri manndráp, sigur hann.

Í nátt hevur løgreglan gjørt stórt kanningararbeiði við millum annað húsarannsóknum.

Søren Thomassen upplýsir, at tann mistonkti er avhoyrdur, men enn ikki framsettur í grundlógaravhoyring. Tað verður hann seinni í dag.

Tann mistonkti er sambært løgregluni kendur í psykiatriini.

Søren Thomassen upplýsir, at tey hava vitan um videoir á sosialum miðlum, sum hildið verður hava samband við mistonkta.

/ritzau/

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

(Foto: Ólafur Steinar Rye Gestsson/Ritzau Scanpix)