Ein av teimum stovnunum, sum verður harðast raktur av arbeiðssteðginum, sum lýstur varð í kvøld, er Almannastovan.
Ein stórur partur av starvsfólkunum á Almannastovuni eru limir í Starvsmannafelagnum og tí verður arbeiðið teirra av góðum grundum ikki tikið upp í morgin.
Eftir tí vit hava skilt verður avgreiðslan á Almannastovuni tí stongt í morgin og so leingi arbeiðssteðgurin varar.
Um hetta tó fer at hava ávirkan á peningaflutningin hjá stovninum hevur ikki eydnast okkum at fáa uppspurt.
Sama skil á Toll- og Skatt
Á Toll- og Skattstovni verður, sum vera man, sama skil. Starvsmannafelagslimirnir fara ikki út til Karsten Hansen at arbeiða í morgin, og tað fer sjálvandi at ávirka avgreiðsluna í pakkhúsunum kring landið.
So er bara at vóna, at allir handlar og rithøvundar hava fingið tað út úr pakkhúsinum, sum teir skulu, tí tað er eingin, sum veit hvussu langa tíð hetta fer at taka.
Sjúkrahússtjórin onga viðmerking
Tað er tó eitt sindur ymsikt hvussu tíðindafróðir teir ymsu almennu stjórarnir eru.
Stjórin á Strandferðsluni hevði ongar trupulleikar at úttala seg um hvussu samferðslan fer at hava tað meðan arbeiðssteðgur er, men tað hevði stjórin á Landssjúkrahúsinum.
Jákup Mørkøre, stjóri vil ikki úttala seg til Sosialin, í hvønn mun Landssjúkrahúsið verður rakt av arbeiðssteðginum, men eftir tí, sum Sosialurin hevur skilt, so eru meginparturin av læknaskrivarunum limir í Starvsmannafelagnum, um ikki allir. Hesi tíðindi hava vit tó ikki fingið váttað enn. Onnur starvsfólk á Landssjúkrahúsunum eru eisini limir í Starvsmannafelagnum, og tey koma í hvussu er ikki til arbeiðis í morgin.
Løgtingið heldur nokk fingarnar burt
Hesin arbeiðssteðgurin, sum nú er lýstur av Starvsmannafelagnum og Fíggjarmálastýrinum, er tann fyrsti, meðan núverandi samgonga situr. Hon hevur ikki sitið meiri enn eitt ár, men hóast tað, so man júst hesin arbeiðssteðgurin verða serliga spennandi í eygum løntakaranna.
Orsøkin til tað er tann lønarhækking, sum løgtingsmenn samtyktu sær sjálvum fyri stuttari tíð síðani.
Spurningurin er tí hvat Løgtingið fer at gera. Ofta hevur verið siður, at tá Løgtingið tekur slíkt mál upp, so verður semingsuppskotið samtykt við lóg, men tað fer at verða ein løgin støða hjá løgtingsmonnum, at samtykkja eitt semingsuppskot við eini lønarhækking upp á 2,1 prosent yvir eitt ár, tá Starvsmannafelagið kravdi 6 prosent, samstundis sum teir hava givið sær sjálvum eina lønarhækkan uppá 60 til 70 prosent.
-Tí fara teir nokk at vara seg við at taka málið upp í bræðið, digur ein eygleiðari vit hava tosað við.
Kann gerast drúgvur
Av somu orsøk heldur sami eygleiðari, at tað eru útlit til, at arbeiðssteðgurin kann fara at gerast drúgvur.
- Munurin á krøvunum hjá Starvsmannafelagnum um semingsuppskotið til tað, sum Fíggjarmálastýrið vil lata er so stórur, at tað nokk tekur sína tíð, at fáa partarnar at semjast.
Hann leggur afturat, at nú ganga óivað nakrir dagar áðrenn partarnir aftur verða kallaðir saman, so tað er bara at brynja seg við tolið, tí hetta kann gerast drúgvført.