Eingin tilburður mánadagin

Framvegis trý sjúk

Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur av kanningunum, ið vórðu gjørdar mánadagin. Tað vísa tølini hjá Landslæknanum. 

Mánadagin vórðu 594 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 162.225 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 498 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 495 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 3 persónar smittaðir í løtuni.

Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna