Dálkingin hendi tá tá grønlendski trolarin Mikol L úr Maniitsoq, bunkraði yvir og útvið 100 litrar av dieselolju fóru á sjógv.
Heðin Mortensen segði við Sosialin: Sovorðið má ikki finna stað! Her verður eingin slingur í valsinum framyvir. Vit brúka milliónir til at reinsa vágna. Man helt jú, at dálkingin kom úr býnum, og so kemur hon nú av sjálvari vágni. Ein sera ónøgdur Heðin Mortesen og helt fram: Hvussu skulu vit fáa vágna reina til ólavsøkuna?
Heðin vísti á, at kommunan hevði úr at gera við at gera klárt til ólavsøkuna, og hevði als ikki tíð til tílíktar mannaskaptar trupulleikar. Tey, ið skapa hesar trupulleikar læra bert upp á ein máta, so framyvir verður eingin toleransa, øll tílík dálking í Havn verður politimál!