Eingin trolveiða eftir botnfiski undir Føroyum

Tá tey á Fiskamarknaði Føroya seinasta fríggjadag gjørdu sínar metingar fyri hesa vikuna, staðfestu tey nakað, sum sjáldan er hent áður.

Í stuttum varð sagt, at allir partrolararnir liggja, allir djúpvatnstrolararnir liggja - og allir teir smáu trolbátarnir liggja.

 

Ella sagt við øðrum orðum - eingin trolveiða er eftir botnfiski undir Føroyum í løtuni.

 

Lagt varð aftrat, at skipini fara útaftur, tá veðrið batnar. Seinastu dagarnar hevur verið fínasta veður, og tí er hugsandi, at fleiri skip nú hava loyst.

 

Fríggjadagin varð eisini sagt, at væntandi fer onkur av teimum smáu trolbátunum út á Skeivabanka at fiska havtasku, tá líkindi verða.

 

Um garnaskipini verður sagt, at tvey fiska svartkalva, og eitt fiskar havtasku.

 

- Garnaskipini hava brúkiligan fiskiskap, og øll koma inn at landa í vikuni, løgdu tey á Fiskamarknaði Føroya aftrat.