Eingin tunfiskaveiða í føroyskum sjógvi í ár

- Japanar hava ikki víst føroyskum sjógvi nakran serligan áhuga í ár, sigur Hjalti í Jákupsstovu á Fiskirannsóknarstovuni


Fiskivinna

Seinastu árini eru 2-3 japonsk tunfiskaskip sloppin at fiska tunfisk í føroyskum sjógvi, men í ár hevur eingin veiða verið.
  Hjalti í Jákupsstovu sigur, at japanesarar lítlan og ongan áhuga hava víst føroyskum sjógvi í ár.
  Hann vísir á, at fiskiskapurin hevur verið minkandi seinnu árini, og haraftrat kemur, at prísurin á tunfiski á japanska heimamarknaðinum er fallin.
  - Japanesarar hava goldið nakað fyri at fiska tunfisk her hjá okkum, men í ár hevur eingin áhugi verið. Onkur hevur tó spurt, um teir kunnu sleppa at fiska ókeypis, men tað hava vit ikki hildið verið rætt, sigur hann.
  Okkurt árið fingu skipini fitt av tunfiski, men fiskiskapurin er minkaður, og seinasta ár royndist einki serligt.
  Skipini plagdu at fiska í føroyskum sjógvi til nakað út á heystið.

Eygleiðarar

Japansku skipini, sum hava roynt undir Føroyum, hava altíð havt føroyskar eygleiðarar umborð.
  Guttormur Djurhuus hevur verið við øll árini og aðrir, sum eisini hava røkt hesa uppgávu, eru eitt nú Robert Poulsen og Kenneth Justesen.
  Skipini, sum hava roynt í føroyskum sjógvi, hava eisini kunnað roynt í altjóða sjógvi, men tá hava japanesarar goldið fyri at havt føroysku eygleiðararnar umborð.
  Okkurt føroyskt tunfiskaloyvi er givið, og onkur roynd hevur verið gjørd, men enn er tunfiskiskapur ikki vorðin vinnulig veiða í Føroyum.