Eingin valfundur við Jákupi og Jógvani

Eingin valfundur verður upp undir seinna umfarið av biskupsvalinum Orsøkin er, at annað valevnið, Jógvan Fríðriksson, fer av landinum í morgin og verður burturstaddur í minst tvær vikur.

-Tey, sum skulu velja, kenna míni sjónarmið og vita, hvar eg standi, segði hann við Kringvarpið í kvøld.

Hitt valevnið, Jákup Reinert Hansen, ásannar, at hann hevði viljað, at teir báðir hittust saman við veljarunum undan seinna valumfarinum.

Á middegi tann 31. oktober verða atkvøðurnar í biskupsvalinum taldar, og tá fæst at vita, hvørt tað verður Jógvan Fríðriksson ella Jákup Reinert Hansen, sum skal taka við eftir Hans Jacob Joensen.