? Eingin vegur er aftur. Ríkisfelagsskapurin millum Føroyar og Danmark stendur fyri stórum broytingum. Hetta vísti Jóannes Eidesgaard á, tá hann á landsfundi hjá danska javnaðarflokkinum í Odense sunnudagin kom við sínum boði uppá at endurnýggja hart roynda sambandið millum londini bæði.
Jóannes Eidesgaard vísti somuleiðis á, at í løtuni er bert eittans evni í føroyskum politikki. Hetta er sjálvstýri.
? Einki nyttar at berjast ímóti ella at rannsaka orsøkirnar. Tað týdningarmesta er, at vit fáa eina skipan, ið er borin av pragmatismu og skili, segði Jóannes Eidesgaard og vísti á, at ynskiligt hevði verið at fingið eina sjálvstýrslóg, ið tryggjar, at løgtingið verður ovasti myndugleiki í Føroyum, ið staðin fyri verandi heimastýrislóg.
Nýggj samstarvsavtala
Danska blaðið Politikken endurgav í gjár Jóannes Eidesgaard fyri at siga, at ein slík nýggj samarbeiðsavtala skal geva føroyingum samráðingarrætt í føroyskum viðurskiftum í altjóða høpi.
Jóannes Eidesgaard vísti á, at hansara hugsanir um blokkin eru, at hann so líðandi skal minka í tann mun, føroyski búskapurin tolir hetta.
? Føroyar eru í dag í einum ógvuliga avgerandi parti av søgu landsins, og vit hava ógvuliga tætt samband millum Javnaðarflokkin í Føroyum og okkara, soleiðis, at vit kunnu finna eina framtíðarloysn, ið fer at halda. Avgerin skal hóast alt fyrst og fremst takast í Føroyum, og hon viðvíkur ikki bert teimum føroyingum, sum liva nú, men eisini eftirkomaunum hjá núverandi ættarliði. Tí er tað ógvuliga umráðandi, at talan er um ein stóran meiriluta aftanfyri avgerðina, funnið verður fram til, segði Poul Nyrup Rasmussen, ið sigur seg hava lisið uppskot føroyska Javnaðarfloksins um nýggja samstarvsavtalu landana millum við stórum áhuga.
Hann segði seg somuleiðis hava sett seg inn í søguligu gongdina rundan um sjálvsstýriskjakið og fólkaatkvøðuna í 1948.
? Jú meira eg lesi um hesa gongdina, enn meira skilji eg ynskini hjá einum og hvørjum fólki til at stýra egnum viðurskiftum.