Danmark
22. juli verður farið undir eitt nýtt kappingarár í donsku superliguni. Og í august skal meistaraliðið FCK gera fyrstu royndina á vegnum til bólkaspælið í europeisku meistarakappingini. Tað er har, at teir nógvu pengarnir eru at vinna.
Eftir stutta summarsteðgin hittast FCK spælararnir fyrstu ferð til venjingar á Frederiksberg í dag. Todi Jónsson kom ein stuttan svipp til Klaksvíkar mánadagin. Týskvøldið nýttu nógvir vinir, kenningar og fjepparar annars høvi at heilsa upp á danska meistaran, sum var á Statoil støðini í Klaksvík, og í gjár skuldi Todi fara av aftur landinum.
Um mjørkin ikki argaði so nógv, at hann ikki slapp av landinum í gjár, so verður Todi Jónsson ímillum FCK spælararnar, sum í dag fara undir nýggja kappingarárið. Skaðin, sum helt Toda uttanfyri, tá tað varð staðfest, at FCK eigur besta fótbóltsliðið í Danmark, er burtur, og nú er Todi klárur at stríðast við Zuma, Fernandez, Simpson og hinar, sum eru evni til tey bæði álopsplássini í FCK.
Eingin venjari
Tað gongur ofta skjótt í fótbólti, so tað kann væl vera, at støðan er øðrvísi, tá hesar reglurnar koma út ímillum fólk, enn hon var, tá tær vórðu skrivaðar. Men í gjár var tað ein veruleiki, at ongin høvuðsábyrgdarmaður var funnin at taka við venjarastarvinum, sum hevur staðið tómt, síðani Roy Hodgson gjørdi av, at góða veðrið, størri ítróttarliga avbjóðingin og ikki minst nógvu pengarnir í Italia vóru meiri áhugaverd enn danski høvuðsstaðurin og FCK.
Todi Jónsson hevur ikki verið í FCK, síðani tað frættist, at væl lýddi venjarin hevði sagt upp, og hann og hinir spælararnir vita einki meiri um venjaraspurningin enn onnur, sum fylgja við í donsku og útlendsku fjølmiðlunum.
Venjarastarvið í FCK hevur í vikuni verið viðgjørt í ítróttarpressuni kring alt Europa. M. a. tí bæði eingilsktmenn og týskarar hava verið umrødd sum møgulig venjaraevni í FCK.
Ongland og Týskaland
Í Onglandi hevur verið nevnt, at fyrrverandi landsliðsvenjarin Terry Venables og fyrrverandi liðformaðurin á landsliðnum og venjarin hjá Middlesbrough, Bryan Robson vóru evni til starvið hjá FCK, men Robson hevur sagt, at tað er hann ikki, og í Onglandi hevur verið at hoyrt, at Terry Venables hevur langtíðarsáttmála við sjónvarpsfelagið ITV, sum komandi árini ætlar at gera nógv við bestu eingilsku fótbóltsdeildina.
Eingilsktmaðurin Stuart Baxter hevur eisini verið nevndur. Hann er venjari hjá norska Lyn, sum hevur langtíðar sáttmála við hann. Men tað munnu teir í FCK ikki leggja so nógv í, tí tað er bara ein vika síðani, at teir á egnum kroppi kendu, hvussu lítið sáttmálar hava at siga.
Fyrrverandi týski landsliðsvenjarin Berti Vogts hevur verið nevndur, men í týskum sjónvarpi hevur hann sagt, at tað kennir hann einki til.
Norðurlendingarnir
Fleiri sviar hava verið í myndini. Fyrrverandi danski landsliðsvenjarin Bo Johansson sigur seg ikki vera á veg til FCK, og Hans Backe, sum vandi AaB, tá teir vóru á Tórsvølli fyri tveimum árum síðani, er sáttmálabundin í Salzburg í Eysturríki.
Mest upplagdi sviin til FCK starvið verður Kent Karlssson mettur at vera. Hann hevur áður verið venjari í FCK, men gavst orsaka av sjúku í familjuni. Tað verður hildið, at hann í hvussu so er hevði verið ein góð fyribilsloysn.
Einasti norðmaðurin, sum er í myndini, er Ståle Solbakken. Í fleiri donskum bløðum verða hann og Kent Karlsson roknaðir sum mest uppløgdu evnini. Norska blaðið VG veit at siga, at Ståle Solbakken í hesum døgum er á intensivum venjaraskeiði í Noregi, og tað er nóg mikið til nógvar greinir og innsløg í svongu miðlunum.
Og so eru fleiri danir nevndir. Millum teirra eru Jan Mølby, sum sjálvur sigur, at hann ikki er á veg úr Onglandi og til Keypmannahavnar. Ein annar er Silkeborg venjarin, Benny Johansen, sum var FCK venjari, tá teir vóru meistarar fyrst í níti árunum. Men hann er sáttmálabundin í Jyllandi og sigur seg ikki vera á veg til FCK.
Michael Laudrup hevur verið nevndur, men hann sigur nei, og so er tað Niels Christian Holmstrøm, sum nú er ítróttarstjóri í FCK. Hann hevur áður verið venjari í báðum feløgunum, sum eru grundarlag undir FCK ? KB og B1903 ? men maðurin, sum fram um allar aðrar brummaði, tá Todi Jónsson kom skaddur aftur av landsliðsferð, sigur seg ikki hava stundir til venjarastarvið.
Í donskum fjølmiðlum verður roknað við, at ein loysn ? kanska ein fyribilsloysn frá nú av og til eina ferð í heyst ? verður almannakunngjørd í dag ella kanska seinni í hesi vikuni.
Um eingin venjari er settur í dag, so verður tað hjálparvenjarin higartil, Carsten V. Jensen, sum í síni tíð spældi bæði við Brøndby og FCK, sum fer at standa fyri venjingini. Men sjálvandi er tað ikki nøktandi fyri felagið og spælararnar, at FCK ikki hevur funnið ein avloysara fyri venjaran, sum teir hildu seg skula hava í felagnum alt tað nýggja kappingarárið.
Ivi um málverjan
Tað er eisini greitt, at tá Todi Jónsson og hinir í FCK í dag hittast til venjingar, so verður Thomas Myhre ikki saman við teimum. Norski landsliðsmálverjin, sum stóð seg so væl í FCK í vár, er í summarfrí. Hann er framvegis sáttmálabundin at Everton, sum kortini vil sleppa av við hann. Úr frítíðarstaðnum sigur Thomas Myhre við danskar fjølmiðlar, at hann vónar, at umboðsmaðurin hjá honum heilt skjótt fer at finna honum eitt nýtt felag.
Higartil hevur Thomas Myhre ikki verið serliga áhugaður í at halda fram í FCK. Tað tykist sum eitt spæl gongur fyri seg um pengar. Sambært donsku pressuni, so er marknaðarprísurin, sum teir kalla tað, á Thomas Myhre fallin rættuliga nógv síðstu tíðina. Í fjør segðist prísurin vera 35 milliónir, men nú sigst, at málverjin kann keypast fyri ímillum fimm og tíggju milliónir. Eitt er upphæddin, sum Everton vil hava fyri norska málverjan. Eitt annað er, hvat málverjin og nýggja felagið hjá honum kunnu semjast um, at mánaðarlønin skal vera. Tað er í hesum, at tað tykist ganga eitt spæl fyri seg ímillum FCK og Thomas Myhre.
Men undir øllum umstøðum skal FCK hava ein mann at standa í málinum. Og fyri føroyingar, sum eru áhugaðir í fótbólti, spøkir møguleikin framvegis, at tað kanska verður Jákup Mikkelsen. Men nú fáa vit at síggja, um hesin dreymurin fer at gerast veruleiki ella ikki. Undir øllum umstøðum er tað framvegis stuttligt at spæla sær við møguleikan, at aftasti og fremsti maðurin á danska meistaraliðnum høvdu verið føroyingar, tá FCK fer at royna seg í europeisku meistarakappingini!