Samrøða
- Um kristindómurin hevur rætt, og Guð er til og hevur skapt heimin, er so nakar verðsligur tónleikur til? spyr Martin Joensen, sum á Fjarðafestivalinum fer á pallin saman við tí besta innan kristiligan tónleik í Føroyum og stórum útlendskum gospel nøvnum sum Pillar og Jerusalem.
- Tá Fjarðafestivalurin spurdi meg, um eg hevði hug at luttaka á festivalinum, so var mítt fyrsta svar, Jamen, eg spæli ikki ikki gospel, sigur Martin, um luttøkuna á stóra kristiliga festivalinum í Skálabotni. Men hann metur tað tó ikki vera eitt óvæntað stig, at heitt verður á hann at luttaka á Fjarðafestivalinum.
- Flestu sangirnir á míni seinastu fløgu, Á Brúnni, eru gjørdir í míni sjúkraperiodu, og meðan eg var í kemoterapi, og nógvir av teimum eru andaliga funderaðir. Eg havi tó ongantíð kent tað sum eina treyt at nevna Várharra ella Halleluja, tá eg skrivi andaligar ella kristnar sangir til mín sjálvs. Í mínum føri lýsi eg mína støðu, t.d. í sanginum ”Sólin Hevur Sæð” av fløguni ”Á Brúnni”. Tann sangurin lýsir væl byrjanina til mín áhuga fyri kristindóminum, sigur Martin, ið er, sum hann sjálvur sigur tað, ein heilt vanligur limur í fólkakirkjuni, sum eisini vitjar Heimamissiónina. Martin sigur, at hann setur stóra æru í, ikki at gera eitt stórt lop í síni sangskriving, hetta sjálvt um Guð hevur fingið ein alt størri leiklut í hansara lívi. Hann skrivar tó eisini fegin ”reinar” gospelsangir, og hevur eitt nú skrivað sangir til Magna Christiansen.
Barnatrúgvin
Martin hevur altíð verið kristin. Eins og føroyingar flest fekk hann kristnitrúnna í barndóminum, og hóast hann á yngri døgum dámdi væl at koma við útsøgnum sum: ”Tað er ikki Guð, sum hevur skapt menniskjuna, men menniskjan sum hevur skapt Guð”, so hevur hann ongantíð verið ateist.
- Tað plagdi at vera ein hobby at fara inn í Ebenezer aftan á dansin og seta tey føst í ymiskum sonevndum andsøgnum úr Bíbliuni, men í dag pástandi eg, heilt og fast, at einki fær sannført meg um, at mín trúgv ikki er røtt. Eg eri eitt rættiliga rationelt menniskja, og um eg hyggi at øllum tí, ið er hent í mínum lívi, síðan eg byrjaði at taka Bíbliuna og bønina í álvara og til í dag, so er eingin onnur forkláring, enn at Guð er til, sigur Martin við nógvari sannføring í røddini.
Guð er við
Martin greiðir frá, at hann síðan miðskeiðis í nítiárunum hevur latið ymiskt upp í hendurnar á Guði, og hvørja ferð við sera góðum úrsliti. Kristnitrúgvin hevur hjálpt honum burturúr rúsdrekkatrupulleikum og gjørt hann roykfrían, umframt at vera ein stuðul í stríðnum móti krabbameini.
- Eg eri ikki idiot, - eg veit, eg skal doyggja einaferð. Men eg veit eisini, at tað hendir ikki, fyrr enn Gud vil tað. Eg doyggi ikki av kreft, uttan so at Guð onkusvegna loyvir tí. Eg eri varin við at snakka um leking og grøðing, men eg kann ikki lata verða við at kombinera tað, at so nógv er hent, síðan eg byrjaði at biðja til dagin í dag. Har er so nógv, sum eg ikki kann forklára á annan hátt, enn at Guð er við.
Alkohol var loysnin
Í nógv ár var alkohol loysnin upp á alt fyri Martin.
- Alkohol gjørdi meg hægri, klænri, klókari og betri. Man hevði verið idiot, um man segði nei til tað! Eg var 17-18 ár tá eg uppdagaði brennivín, og eg endaði við at vera heilt úti at koyra. Brennivín hevur eina kolossala makt á einum alkoholikara. Brennivín er dominerandi - Tað er lønin, sum ger alt sum liggur ímillum, vert tað. Sjálvt tá tú júst er liðugur við eitt tørn, so er fløskan tað, sum alt byggir upp til, - virðislønin sum bíðar við endan á vegnum.
Rúsdrekka ávirkaði mítt sosiala lív, mítt arbeiðslív og mítt privatlív, og tað spældi sjálvandi inn í mítt samlív. Eg var steðgaður heilt upp. Eg prøvaði ofta at gevast, men eftir 40-50 ferð, so gevur tú uppat at lova tær sjálvum, at tú ikki skalt drekka aftur.
- Alkoholikarar kasta ofta eyguni eftir hasi svørtu bókini, og tað gjørdi eg eisini. Eg fór at biðja. Eg bað: ”Please, Guð, lær meg at drekka normalt”, ”Please, Guð, fjerna hesar herviligu timburmenninar!”, men eg bað ongantíð Guð um at hjálpa mær at halda uppat at drekka, og eg gav altíð onkrum øðrum skuldina.
Guð tók yvir
Martin gavst við at drekka í 1995, hugurin hvarv, eftir at hann ein dagin vendi sær til Guð og bað hann um at taka yvir. Sum vant fyri Martin var avgerðin grunda á rationella hugsan.
- Eg hugsaði, onnur klára at halda uppat við at drekka við at venda sær til Guð. Um eg trúgvi teimum ella ei, so fungerar tað. Frá teirri løtu lýsti í. Tá eg drakk hevði eg vanliga tørn, og í 1995 hevði eg eitt langt tørn, øgiliga destruktivt helt eg sjálvur. Eg gekk í tíggju dagar. Ein kammeratur, sum var blivin edrúur, segði við meg, ”Far í viðgerð, tú fert ikki at angra tað”. Eg hevði allar tær vanligu umberingarnar, at eg ikki hevði tíð og tílíkt. Men alíkavæl, so tók eg ráðini og fór í viðgerð. Við mær hevði eg eina tannbust og Nýggja Testamentið. Eg var ikki verandi longur enn einar tíggju dagar, og eg var ikki somikið sum ordiliga edrúur enn. Men eg merkti, at okkurt var hent. Nýggjársaftan, stutt eftir hetta stóð eg framman fyri borðið. Har vóru massar av fløskum, og eg kundi tikið mær ein smakk, uttan at nakar legði tað til merkis, men tiltrekningurin var farin, a spell was broken, eg hevði ikki hug til alkohol longur, greiður Martin frá.
Hann vísir á, at hann ikki hevur fingið nakra serliga viljastyrki, men at tostin er burturi. Hann kann nú saktans vera millum fólk, sum drekka, uttan at tað nervar hann.
Borin gjøgnum sjúkuna
Hetta var byrjanin til endurnýggjaða kristinlívið hjá Martini, - hetta saman við, at hann fekk krabbamein. Martin hevði ein vinmann, ið doyði av krabbamein, og plagdi at hugsa, um hvussu ræðuligt tað mundi vera at vakna um morgunin og knappiliga minnast, at tú hevur okkurt óndartað innan í tær. Hann var sannførdur um, at hann als ikki hevði klárað tað. Men tá hann sjálvur fekk krabbamein, gjørdist hann enn einaferð greiður yvir, at onkur var við honum, - onkur sum leiddi hann ígjøgnum sjúkuna. Martin fekk staðfest krabbamein í stigi trý av fýra í tjúkktarminum í januar 2004. Hann hevði ein svull, ið var seks ferðirnar sjey sentimetrar. Hann var ígjøgnum stóra skurðviðger og kemoviðgerð í eitt hálvt ár. Men stutt eftir fekk hann staðfest krabbamein í livrini. Eftir enn eina skurðviðgerð fór hann undir enn eina kemoviðgerð, ið endaði í november í fjør. Tá vit hitta Martin er hann stutt síðani kannaður, og hevur fingið at vita, at alt er normalt.
- Eg havi biðið øgiliga nógv, - eg havi yvirgivið mín lagnu til ein ávísan timburmann úr Nazaret, og havi følt meg bornan gjøgnum mína sjúkraperiodu.
Tillagaður Martin
Tá Martin og manning fara á pall á Fjarðafestivalinum verður tað við eini eitt sindur tillagaðari skrá, tó at tað í stóran mun verður ein heilt vanlig Martin Joensen konsert. Har verða eini níggju-tíggju sangir hjá Martini, sangir sum eru andaliga grundaðir og sum viðgera hansara samband við Guð. Helst verður eisini onkur sálmur úr Sálmabókini á skránni.