Flogbóltsfundur
Leygardagin skuldi framhaldið av aðalfundinum hjá Flogbóltssambandinum vera á skránni.
Bert eitt punkt var eftir síðani seinasta aðalfundin, og tað var nevndarvalið. Formaðurin seinastu átta árini, Niclas Joensen, hevði væl undan fundinum boðað frá, at hann ikki helt seg til longur. Eini boð, sum hann eisini gav fyri tveimum árum síðani, men ta ferðina eydnaðist so at lokka hann at halda á í sessinum tvey ár afturat.
Fundurin hesaferð varð tó av ongum. Hóast arbeitt var við at finna fólk, sum vildu taka við leiðsuni, so eydnaðist hetta ikki, og tí vórðu feløgini kunnað um, at fundurin fyribils er niðurlagdur.
Trygvi Poulsen, sum er ein av nevndarlimunum í FBF, sigur, at tey enn ikki hava avgjørt, nær fundurin verður uppafturtikin, men at hetta veldst um, nær tað eydnast at fáa nýtt formansevni.
Tungur arvur
Og sæð uttanífrá, so bendir alt á, at stóri trupulleikin í øllum hesum er rimmar arbeiðið, sum fráfarandi formaðurin hevur gjørt.
Flestu flogbóltsfólk eru helst samd um, at Niclas Joensen hevur framt eitt ótrúliga stórt arbeiðsavrik tey árini, sum hann hevur verið formaður ? og eisini undan hesum. Og tað er langt ífrá vist, at tað finnast nýggir kandidatar, sum vilja ? ella hava møguleika ? at nýta so nógva tíð í einum óløntum formanssessi.
Tað man sum so heldur ikki fylgja nøkur treyt um arbeiðstíðir við, tá nýggjur formaður verður kosin, men hinvegin er tað helst so, at møguligir kandidatar himprast við, tá arvurin skal lyftast eftir einum somikið virknum leiðara.
Hvussu er og ikki, so skal nýggjur formaður veljast. Niclas hevur hesaferð gjørt greitt, at hann í løtuni ikki fær hildið fram í sessinum, og at nýggjar kreftir tí skulu framat. Og so verður tað kring landið arbeitt víðari við, hvørjar hesar nýggju kreftirnar skulu vera.