Eingir pengar eftir til koronu-kanningar

Sum støðan er nú, mugu sjúkrahúsini skerja talið á koronu-kanningum munandi

Løgtingið hevur samtykt, at talið á koronukanningum á teimum trimum sjúkrahúsunum, skulu skerjast munandi.

 

Í farna mánað hevði sjúkrahúsverkið roknað seg fram til, at skuldu kanningarnar halda fram sum nú, var neyðugt, at játtanin hækkaði 18 milliónir. Men Løgtingið játtaði bara 12 milliónir og sostatt mangla seks milliónir í fyri at kunna halda fram sum nú.  

 

Í gjár kom Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, so við nýggjum leiðbeiningum um, hvussu farast skal fram í sambandi við koronukanningar.

 

Í høvuðsheitum verður tað nú soleiðis, at fólk skulu bara fara á sjúkrahúsini at verða kannað fyri koronu, tá ið tey føla seg sjúk, ella tí at tey hava havt tætt samband við onkran, sum hevur koronu. Fólk, sum koma til Føroya, skulu eisini fara á sjúkrahúsið at lata seg kanna tá ið tey hava verið her í tveir dagar.

 

Annars skulu fólk heldur lata seg kanna við snarkanningum. Les meiri her: Nýggj tilmæli um koronukanningar.

 

Fróði Jacobsen, samskiftisráðgevari í sjúkrahúsverkinum, sigur, at sum støðan er nú, er játtanin til koronukanningar, uppi nú um vikuskiftið.

 

Skal játtanin halda árið út, kunnu tey bara gera 500 kanningar um dagin. Og tað er ein stór skerjing, tí hesa seinastu dagarnar hava tey gjørt 2.100 kanningar í miðal.

 

Sjúkrahúsverkið er nú í samskifti við Heilsumálaráðið um, hvussu farast skal fram og tað er ikki avgørt enn.