Eingir skaðar - sigur løgreglan

Hóast krapi legðist uppi í hæddunum seinnapartin í dag, er líkt til, at fólk hava koyrt varisliga.

Sambært Landsverki hevur nógvur vindur verið kring um landið í dag, og í hvirlunum hevur verið rættiligur stormur, har ættin og hvirlurnar hava rakt á. Viðheftu mynd hevur in.fo fingið sendandi úr Gøtu, har hesin trailaravognurin meira ella minni er koppaður á økinum oman móti fiskavirkinum í Norðragøtu.

 

Líkt er tó ikki til, at nakrir stormskaðar av týdningi hava verið, tí tá in.fo skifti orð við vaktleiðaran á løgreglustøðini í Havn fyri góðum tíma síðan, høvdu tey einki frætt um stormskaðar, ei heldur um skaðar í ferðsluni, tíbetur.

 

Nú tíðin er farin frá píkadekkunum, hevur Landsverk mælt fólki frá at koyra um Gjáarskarð við summardekkum - og mælt verður í kvøld eisini frá at koyra á Oyggjarvegnum yvirhøvur. 

 

Vaktleiðarin sigur í kvøld, at onkur bilførari hevur staðið fastur, og at Landsverk hevur hjálpt bilførarum leysum aftur. Onnur hava eisini staðið føst, men hava klárað at loyst bilin aftur sjálvi.

 

- Líkt er til, at fólk tíbetur hava verið ansin í ferðsluni í dag, nú veðrið gjørdist so ófantaligt við bæði krapa uppi í hæddunum og nógvum vindi kring um landið, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum annars einki vistu um trailaravognin á myndini at siga.