Hesi bæði næstu vikuskiftini verða seks fimleikaframsýningar í Havn, har einir 1200 fimleikarar hjá Havnar Fimleikafelag fara at vísa síni kynstur.
Framsýningarnar verða í FIMI og í høllini á Hálsi.
Havnar Fimleikafelag sigur, at nú endar fimleikaárið og á framsýningini fara teir flestu at teimum íðkandi limunum at vera við í framsýningunum, sum vera hesi bæði næstu vikuskifti.
Tvær framsýningar vera leygardagin í FIMI og leygardagin 21. mars vera tríggjar framsýningar í høllini á Hálsi, og tann seinasta verður mánadagin í høllini á Hálsi. Framsýningarnar verða skipaðar soleiðis at íðkarnir vera býttir upp eftir aldri, sigur Havnar Fimleikafelag.