Einir 25 hvalir til Fuglafjarðar

- Borgararnir kunnu koma at fáa sær eitt kók í morginárini klokkan 08 uttan fyri Havnaskrivstovuna, siga tey í Fuglafjarðar kommunu.

Í Fuglafjarðar kommunu vita tey í kvøld at siga, at tey fáa umleið 25 hvalir úr grindini, sum í kvøld legði beinini í Syðrugøtu. Avgjørt er, at henda grindin skal býtast í heimapartar í Fuglafjarðar kommunu.

 

- Ætlanin er, at borgararnir skulu koma at fáa sær eitt kók í morginárini klokkan 08 uttan fyri Havnaskrivstovuna, verður lagt aftrat.

 

Á Facebok-síðuni hjá Fuglafjarðar kommunu verður eisini sagt, at um onkur er áhugaður í at hjálpa til við at skera upp, eru fólk vælkomin at ringja á tlf. 239112.